Hvar er nú fólkaræðið hjá okkum?

Fyrst sendu teir bræv til ST. Partur av uttanlandsnevndini sigur seg vera kunnaðan á náttartíð á Christiansborg í Keypmannahavn, meðan ein annar partur, andstøðan, als ikki er kunnaður. Síðan fingu teir svar frá ST. Deyðatøgn. Og nú senda teir bræv til Nato og biðja um at sleppa at tosa við aðalskrivaran um møguligan føroyskan limaskap í Nato ella í onkrum felagsskapi undir Nato. Framvegis deyðatøgn.

Alt hetta fer fram, uttan at uttanlandsnevnd løgtingsins rørir hond frá sídu fyri at vidgera hesi mál, sum veruliga eru stórmál. Serliga tad seinasta vid Nato. Alt hetta hendir, uttan at løgmadur rættir hond frá sídu fyri at kunna og spyrja seg til ráds, soleidis sum okkara styrisskipan fyriskrivar. Alt hetta hendir, uttan at Føroya Løgting fær nakra kunning.



Skal andstødan tigast í hel?


Løgtingsval var í apríl 1998. Vit vóru 32, id fingu fólksins álit til at sita á Føroya Løgtingi í tí trúgv, at vit vegna Føroya fólk á samvitskufullan og skilagódan hátt vildu røkja fólksins og landsins áhugamál. Men tad, sum nú hendur er, at 18 ella kanska 19 tingmenn hava tikid sær rætt til einsamallir at greida stórmál uttan at geva hinum 13 møguleika fyri kunning ella at koma vid vidmerkingum. Vit verda hvørki kunnadir og enn minni eftirspurdir, tá tad snyr seg um ST ella Nato. Hetta er so langt úti, at eg snøgt sagt ikki eigi ord fyri tí. Somu menn, sum hava rópt seg upp á, at Føroyar skulu verda eitt rættarsamfelag, seta fullkomiliga allar fólkarædisligar mannagongdir til viks.


Hugsid tykkum til, at tingmenn úr andstøduni, sum hóast alt vid valid umbodadu rættiliga stóran part av Føroya fólki, og sum nú kanska umboda uppaftur størri part ella kanska ein meiriluta, verda ikki virdir ein tann einasta møguleika at koma vid vidmerkingum til løgmans, nú hann hevur bidid um fund vid Nato fyri at kanna møguleikarnir fyri limaskapi. Hvussu skulu vit umboda áhugamálini hjá teimum, sum hava valt okkum?


Hava tit avskrivad henda partin av Føroya fólki, eins og tit nú hava avskrivad andstøduna sum ein part av politisku skipanini?


Sjálvt um tad er troyttandi og strævid at hoyra upp á eina andstødu, so er eydkennid fyri eitt demokratiskt samfelag, at hesir minnilutir verda kunnadir og koma til ordanna. Men tad, sum vit uppliva júst nú, ja tad eru so eydkennini fyri tey lond, sum vit í ødrum høpi als ikki vilja samanbera okkum vid.


Her er fólkarædid sett til viks.



Føroyar limast inn í Nato ella í Patrnership for Peace.


Nú kenn eg svarini og vidmerkingarnar, sum fara at koma. "Hetta var bert ein kunnandi fundur, sum løgmadur skal hava vid Robertson, adalskrivara. Tit verda kunnadir aftaná, og sjálvandi skal Føroya Løgting vidgera málid, ádrenn ein endalig avgerd verdur tikin."


Men leggid til merkis, hvat løgmadur sigur i brævi sínum: "Tad er sjónarmidid hjá landsstyrinum, at einar frælsar Føroyar eiga møguleikan fyri at søkja um limaskap í sjálvum Nato ella í ødrum lagi í Patrnership for Peace."Vídari sigur løgmadur: "I believe this would be an excellent opportunity to discuss with you both our intentions and our options???.." V.ø.o. ætladi løgmadur at kjakast um ætlanir hjá landsstyrinum og møguleikar.


Uttan mun til um talan bert var um ein fund, so skal henda prosessin byrja eitt ella annad stad. Og søgubøkurnar høvdu skrivad, at ætlanin um føroyskan limaskap í Nato byrjadu vid einum fundi í Reykjavík millum Kallsberg og Robertson.



Hvat sigur Føroya Løgting?


Hvat er og hevur verid løgtingsins støda til Nato og adrar verjusamgongur? Jú, tad einasta vit vita vid vissu er, at Føroya Løgting hevur gjørt fleiri samtyktir um, at Føroyar skulu haldast óheftar av øllum verjusamgongum.


Tí hevdi tad ikki verid annad enn rímiligt, at landsins hægsti myndugleiki slapp til ordanna ella í mista lagi vard kunnadur um hesa ætlanirnar, landsstyrid hevur.


Hvat sigur Finnbogo Ísakson, løgtingsformadur til, at løgtingsins samtyktir knappliga ikki hava frægari virdi enn flagid á tinghúsunum, sum vard skrætt av? Hvat sigur føroyingurin til hesa politisku kúvending hjá Tjódveldisflokkinum, sum einferd um árid seinastu mongu árini hevur undirhildid vid einari mótmælisgongu nidan í Mjørkadal, har alt hernadarvald vard bannad undir sand og øsku?


Og verdur evran føroyskt gjaldoyra eftir sama leisti?


Eg siti í mínum stilla sinni og hugsi um, um vanligi føroyingurin kennir seg tryggan vid henda einarædishugburd, sum hetta landsstyrid er so befongt vid. Um vanligi føroyingurin kennir seg tryggan vid, at minnilutar og andstøda verda skúgvad til viks?


Og eitt er vist, at teir kønu, sum í hesum døgum sita og gera uppskot til grundlóg, teir hava so fingid nakad at hugsa um.


Og væl kann tad verda, at landsstyrid og samgongan fær adra bók enn Hvítubók at lesa í.



Jóannes Eidesgaard