Premier League
Nú Chelsea fekk enn ein tepran sigur, hesuferð ímóti Sunderland, svinnur vónin hjá hinum feløgunum at fáa teir aftur. Hetta var tíggjundi sigurin á rað, og tað ber boð um eitt lið, ið ríður á einum aldukambi.
United hevur roynt at geva eitt aftursvar uppá Chelsea dominansin, og United hevði undan hesum umfarinum ikki tapt í ellivu landskappingardystum. Hesuferð mátti United tó bíta í grasið, tá grannarnir úr City vunnu 3-1 á United.
Enn einaferð vóru veikleikarnir hjá hesum United-liðnum sera eyðsýndir, og liðið hevur ikki ta tyngd, ið áður eyðkendi manningarnar hjá Sir Alex Ferguson.
United hevur sum kunnugt mist Roy Keane, og Paul Scholes hevur fingið ein snudd í høvdið, so hann hevur ikki verið tøkur. Leygardagin var sentrali miðvøllurin mannaður við Darren Fletcher og John O´Shea, meðan Alan Smith sat á bonkinum.
Øll við einum sindri av kunnleika til førleikan hjá hesum báðum leikarunum vita, at hetta als ikki eru leikarar, ið hava tann kalibur, sum vit kunnu vænta av einum miðvølli hjá Manchester United - eitt av heimsins størstu feløgum.
Í seinna hálvleiki varð Alan Smith settur inn, men heldur ikki hann megnaði at seta seg ígjøgnum á miðvøllinum.
Spurningurin er síðani, hví Ferguson ikki hevur megnað at skift miðvøllin so líðandi, eftir at Keane og Scholes høvdu sæð sínar bestu dagar?
Hann hevur roynt at keypa miðvallarar, ið skuldu avloysa teir garvaðu á miðvøllinum, men hetta hevur ikki eydnast serliga væl. Eric Djemba-Djemba gjørdist ongantíð nakar avloysari hjá Keane, og Kleberson vísti seg heldur ikki sum nakar fongur hjá Ferguson.
Spurningurin er nú, um Ferguson kann finna ein veruligan tungvektara at manna tann defensiva miðvøllin. Spennandi verður at síggja, hvønn Ferguson kann fáa hendur á í summar. Spurningurin er eisini, hvussu leysar teymar Ferguson fer at fáa á marknaðinum við teimum nýggju eigarunum, sum Ferguson annars hevur róst fyri teirra góða samstarvsvilja eftir keypið av felagnum, ið ikki fall í góða jørð hjá viðhaldsfólki og ávísum leikarum.
Eingin ivi er tó um, at United harðliga hevur tørv á einum miðvallara, ið kann lyfta støðið á spælinum hjá liðnum. Miðvallarar felagsins eru heilt einfalt ikki nóg góðir, um United framhaldandi ætlar sær at seta dám á enskan og evropeiskan fótbólt.
Arsenal gjørdi bart
Arsenal er farið nærkast Champions League plássunum aftur, og leygardagin vann Arsenal heili 7-0 á einum syndarligum Middlesbrough liði. Thierry Henry fekk trý mál, og hann vísti enn einaferð, hvussu týdningarmikil hann er fyri felagið, nú sáttmálasamráðingarnar eru farnar í gongd.
Tey bíða í spenningi eftir, hvat úrslitið av teimum samráðingunum verður. Henry hevur boðað frá, at hann fegin vil halda fram í Arsenal, har hann ferð eftir ferð hevur víst heimsflokk. Hinvegin vil hann eisini tryggja sær, at Arsenal hevur somu ambitiónir sum hann sjálvur um at vera í oddinum bæði heima og í Evropa. Eingin ivi er um, at framtíðin hjá Arsenal er nær tengd at, um Henry framhaldandi verður at síggja í Arsenal búnanum.
Kewell gav Liverpool sigurin
Tottenham var á vitjan hjá Liverpool, og bert eitt stig var ímillum liðini undan dystinum. Spurs er tað liðið, ið hevur tikið seg mest fram samanborið við síðsta kappingarár, og teir liggja eisini á fjórða plássi, ið gevur rætt til luttøku í Champions League, og tað hevði verið eitt bragd at hollendska venjaranum Martin Jol, um tað eydnaðist.
Tað var tó Liverpool, ið vann ein tepran 1-0 sigur. Einasta málið skoraði Harry Kewell, tá hann fluktaði eitt innlegg úr høgru í netið. Hetta var fyrsta málið hjá avstralska leikaranum í trettan mánaðir, og seinastu vikurnar hevur hann leikt eins og hann gjørdi í Leeds, tá hann varð mettur sum ein tann besti offensivi miðvallarin í Onglandi.
Komandi vikuskiftið møtast arvafíggindarnir Manchester United og Liverpool á Old Trafford, og tað verður óivað eitt brak. Christiano Ronaldo fekk reytt kort hetta vikuskiftið, og tí verður hann ikki tøkur til dystin ímóti Liverpool, um ikki dómsnevndin hjá enska fótbóltssambandinum velur at strika kortið, sum teir neyvan fara at gera.