Í góðveðrinum í dag hevur hennara hátign Margretha Drotning við fylgi siglt millum oyggjarnar og eitt nú vitjað í Koltri. Um hálvgum tíggjutíðina í morgun legði Silja Star frá landi í Vestmanna við kós móti stórbæru náttúruni undir Vestamannabjørgunum.
Hóast ættin var ikki hin besta og túrurin tískil gjørdist rættiliga harðbalaður, lótust kongshjúnini ikki um vón. Við fullari ferð pressaði Silja Star vesturum, so skúmið stóð um stevnið.
Margretha Drotning tóktist bergtikin av bjørgunum, men var ikki so íðin at heilsa upp á mongu føroysku og donsku myndafólkini, sum lógu í einum minni báti undir liðini á Silju Star. Øðrvísi var við Heindrikki Prinsi, sum lættsintur veitraði og tók myndir - bæði av náttúruni og av vinfólkum umborð. Einu løtuna lá hann skerflatur á lastalúkuni og tók myndir upp í loft. Ivaleyst frágera góðar myndir.
Frá Vestmannabjørgunum var farið út í Koltur, har bóndahjúnini, í dýrdarveðri, tóku ímóti stóra fylginum. Har gekk leiðin út í gamla býlingin og í elstu húsini, Niðri í Húsi, sum eru vorðin høvuðsumvæld.
Inni í fínu hvíttskúraðu stovuni var borðreitt til tíggju við føroyskum mati úr sjógvi og landi. Eisini var ein lokalur hvannasnapsur boðin runt - tvær ferðir. Í Koltri var hennara hátign meira áhugað í at heilsa upp á fólk og at verða avmyndað.
Væleydnaði túrurin í Koltri vardi í úti við tveir tímar, og haðani varð siglt aftur um Hestoynna, har Norðlýsið, verjuskipini og aðrir bátar lógu klárir at taka ímóti. Inni í Klæmintsgjógv var forkunnug og dragandi tónleikaframførsla, sum hugtók fjøldina.
Næsti steðgur verður á Bakkafrost í Eysturoynni.