Hvalbingar hava í dag verið á fundi í Innlendismálaráðnum, og har handaðu teir Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, uppskot um nýggjan tunnil millum Trongisvág og Hvalba.
Tað er Hvalbiar Kommuna, sum hevur latið gjørt eitt uppskot við linjuføring og kostnaðarmeting. Eftir ætlan skal tunnilin fara inn á leið Sterling í Trongisvági og koma út aftur beint innan fyri Káragjógv í Hvalba.
Hvalbiar Kommuna hevur fingið eina fyritøku at gera eina kostnaðarmeting at gera hesa linjuføringina, sum verður umleið 3.300 metrar. Og metingin ljóðar uppá 150,7 milliónir krónur.
- Hvalbiar Kommuna hevur tí heitt á landsstýriskvinnuna um at arbeiða við at fáa hetta uppskot framt so skjótt til ber, tí verandi støða er ótolandi fyri hvalbingar og vinnulívið í bygdini, sigur Rúni Thomsen, umboðandi Hvalbiar kommunu.