- Tað verður bæði dýrari at bora tunnilin og at reka tann tunnilin, sum kommunan hevur skotið upp, sigur Landsverk.
Nógv hevur verið tosað um tann nýggja tunnilin sum hvalbingar so inniliga ynskja sær, men drúgt hevur verið at fáa gongd ám álið.
Í fjør fekk Hvalbiar Kommuna gjørt nýtt uppskot um eina linjuføring og kostnaðarmeting av einum møguligum nýggjum tunli millum Trongisvág og Hvalba. Talan er um ein tunnil, sum er 3.300 metrar til longdar, og sum eftir útrokningum, ið kommunan hevur almannakunngjørt, kemur at kosta 150,7 mió. krónur; íroknað íbindingarvegir.
Hesi meting eru tey hjá Landsverki ikki samd um. Teirr útrokningar og royndir í sambandi við tunnilsgerðir vísa, at hendan kostnaðarmetingin ongan møguleika hevur fyri at halda.
- Ein slíkur tunnil kostar í dagsins prísi umleið 220 mió. krónur, vísir Landsverk á..
Landsverk gjørdi í 2007 eitt tunnilsuppskot og eina kostnaðarmeting av nýggjum Hvalbiartunli. Hendan verkætlanin, ið inniber ein 2.120 metrar langan tunnil og 2,8 kilometrar av nýggjum landsvegi, varð tá mett at kosta 155 mió. krónur. Dagførdi kostnaðurin er umleið 170 mió. krónur.
Av tí, at tunnilsuppskotið hjá kommununi er góðan kilometur longri, enn uppskotið hjá Landsverki, verður fyrstnevnda verkætlan munandi dýrari; bæði at byggja og reka. Uppskotið hjá Landsverki til tunnil tekur støði í at gera tunnilin so stuttan sum møguligt, og ístaðin hava longri tilkoyringarvegir, uttan tó at fara upp í hæddina við teimum. Hetta orsakað av, at prísurin fyri hvønn boraðan metur av tunli vanliga er umleið tríggjar ferðir so høgur, sum fyri ein metur av vegi. Somuleiðis er raksturin fyri tunlar trýfaldaður í mun til vegir.
(MYND: Hvíta linjan vísir verandi Hvalbiartunnil, reyða linjan er uppskotið hjá Landsverki til nýggjan tunnil, meðan ljósareyða linjan er uppskotið hjá Hvalbiar kommunu til møguligan tunnil. Brotnu linjurnar vísa longdirnar á sjálvum tunlunum, meðan heilu linjurnar eru tilkoyringarvegirnir.)









