Leygardagin 9. november er norðurlendskur skjalasavnsdagur.
Landsskjalasavnið hevur opið hús, og framløgur verða um hvalaveiðu.
Tá ber til at vitja í høvuðsgoymsluni í V.U. Hammershaimbsgøtu 11 frá kl. 14 til 18.
Klokkan 15 verða verða tvær áhugaverdar framløgur um hvalaveiðu.
Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur, hevur framløgu, ið hann nevnir “Føroysk stórhvalaveiða – meira enn olja og mjøl” og Erland V. Joensen, savnvørður á Fornminnissavninum, hevur framløgu, ið nevnist “Hvalastøðin við Áir – ein museal varðveiting av einum ídnaðarminni. Møguleikar og avbjóðingar”.
Framløgurnar vera í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16.
Í Føroyum hevur verið samljóð millum stórhvalaveiðu og bygdasamfelagið. Føroyingar kendu jú til tvøst sum mannaføði og í Føroyum gjørdist stórhvalatvøst týðandi og bíligur matur við høgum føðsluvirði.
Umframt regluliga mettu fingu nógvir føroyingar arbeiði á hvalastøðunum og á hvalabátunum, og stórhvalaveiða stuðlaði tí væl upp undir framburðin í føroyska samfelagnum. Tað eru óivað fá støð í heiminum har stórhvalaveiða man hava verið so stórur partur av mentanini í samfelagnum.
Hetta sæst eisini aftur í teimum skjølum, sum Landsskjalasavnið hevur í varðveitslu.
Savnið hevur í goymslum sínum skipaskrásetingarskjøl, manningarlistar, mynstringarbøkur, skipsdagbøkur, mátibrøv, tilfar um hvalastøðir, prísásetingar fyri tvøst og mangt annað, ið hevur við hvalaveiðu at gera.









