Tað tykist, sum allir partar eru samdir um, at tað hevur stóran týdning at varðveita hvalastøðina við Áir, tí hon er so sera sjáldsom, umframt at hon er einasta hvalastøð á norðaru hálvkúlu, sum er í so góðum standi, at hon kann varðveitast.
Í gjár fekk landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, eitt álit frá einum arbeiðsbólki, sum hevur arbeitt við málinum og er komin við nøkrum niðurstøðum og tilmælum.
Eitt nú varð sagt, at tað fer at kosta 7,6 milliónir krónur at gera bráfangis umvælingar, so gongd kann fáast á, og at talan tá millum annað er um at gera ein móttøkubygning við kiosk ella kaffisølu.
Hvalastøðin við Áir liggur í Sunda kommunu, og kommunan sigur seg síggja stórar møguleikar í at varðveita hvalastøðina.
Hoyr samrøðu við Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, við at trýsta á pílin undir myndini.