Hvalafangarar sigldu á bát hjá Sea Shepherd

Japanski hvalabáturin, Shonan Maru 2 sigldi skjóttgangandi bátin hjá Sea Shepherd, Ady Gil niður Sea Shepherd sigur við australska kringvarpið, ABC, at Ady Gil, sum er ein serbygdur katamaranur var staddur í australskum sjógvi, tá japanski hvalabáturin, Shonan Maru 2 við fríum vilja sigldi Ady Gil niður.

Talsmaðurin hjá Sea Shepherd, tyrluskiparin, Chris Aultman sigur, at eingin av manningini umborð á Ady Gil hevur fingið skaða, men at skipið er púrasta oyðilagt.

Ady Gil hevði lagt stilt, tá hendingin fór fram, og Chris Aultman er ikki í iva um, at skiparin á Shonan Maru 2 sigldi á Ady Gil við beráddum huga. - Tíbetur var eingin av manningini frammi í bógnum, tá Shonan Maru 2 rendi á okkum. Hevði vita so illa til, so høvdu fólk latið lív, sigur Lacky Maclean, fyrsti stýrimaður. - Tað er ein stórur munur ímillum at blaka eina stinkbumbu, og so at søkkja eitt skip, sigur Lacky Maclean við australska kringvarpið.

Ein talsmaður fyri japanska fiskimálaráðið sigur við ABC, at tey fara at kanna hendingina.