Á tí økinum eru veiðumenn og politikarar í Føroyum og Grønlandi samdir við umhvørvis- og djóraverndarfeløgini.
Felagssalurin á Christiansborg var fullsettur 19. januar, tá Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi bjóðaði til ráðstevnu um kópa og hvalaveiðu. Í panelinum vóru umboð fyri veiðumenn og politikarar í Grønlandi og Føroyum øðrumeðin og umboð fyri umhvørvis- og djóraverndarfelagsskapir á hinumeðin.
Norðuraltantsbólkurin á fólkatingi sigur í tíðíndaskrivi, at hóast luttakararnir vóru ósamdir, so var tó semja um at veiða skal vera burðardygg. Á ráðstevnuni varð eisini eggjað til betri samstarv partanna millum. Íbúgvar í Norðuratlantshavi ? serliga í Grønlandi ? liva við avleiðingunum av veðurlagsboytingum. Londini í Norðuratlantshavi og umhvørvis- og djóraverndarfelagsskapirnir standa sterkari um arbeitt verður saman í stríðnum móti einum betri veðurlagi og reinari umhvørvi.
- Endamálið við ráðstevnuni var at skapa beinleiðis dialog millum mótstandarar og forsprákarar av kópa og hvalaveiðu. Norðuratlantsbólkurin hevur fingið stóra undirtøku og rós frá báðum síðum í kjakinum fyri stigtakanina til beinleiðis dialogin, sigur Norðuraltantsbólkurin, sum tískil fer at arbeiða fram móti eini uppfylgjandi ráðstevnu við altjóða aktørum.
Meðan ráðstevnan mikudagin hevði ein norðurlendskan vinkul, er ætlanin við komandi ráðstevnuni at skapa ein platform til at lýsa tann meiri altjóða vinkulin av kópa- og hvalaveiðu við beinleiðis dialogi millum altjóða aktørar.
Millum panel luttakararnar á ráðstevnuni 19. Januar 2011 vóru Mads Flarup Christensen, aðalstjóri í Greenpeace Danmark, Gitte Seeberg, aðalstjóri í WWF, Hans Jákup Hermansen, næstformaður í Grindamannafelagnum, Kate Sanderson, deildarstjóri í Uttanríkisráðnum, Aqqaluk Lynge, formaður í ICC og Leif Fontaine, formaður fyri KNAPK.
Til ber at síggja filmklipp og myndarøð frá ráðstevnuni á heimasíðuni hjá Norðuratlantsbólkinum www.dnag.dk









