Hvagar fer Pál?

Mest avgerandi mál í komandi valstríðnum verða føroysk lestrarpláss og umstøður hjá føroyskum lesandi. Alt annað má skipast hareftir.

Nú ein dagin setti eg níggju fyrispurningar – ein fyri hvønn landsstýrissess. Mikið orðaskifti stóðst, og fólk ið fylgja við í tingvarpi vóru væl nøgd við orðaskiftið. Men so gjørdi ein journalistur vart við seg og vildi vita, hví eg var ímóti langhyli í Vági.

Nú eri eg hvørki ímóti langhyli ella nøkrum øðrum mentunarligum ella ítróttarligum. Vilja tey ið kava hava ein djúphyl, ella tey ið syngja og spæla eina umvælda Silo, so alt í lagi fyri mær. Einasta treytin er, at vit raðfesta og leggja mesta dentin á tær íløgur ið geva mest av sær. Tí eri eg meira fyri íløguni í fleiri lestrarpláss enn fyri langhyli – og eg rokni við at lestrarplássini hava størri ávirkan, eisini á svimjarar og sangarar.

Tí segði eg greitt, at fatan Sjálvstýrisfloksins er – alt gott um langhyl og Silo – at fremsta og besta íløgan í búskap, ungdóm, mentan og framtíð okkara er at seta pening av til størri útboð av lestrarplássum. Sjálvstýrisflokkurin vil hava, at vit innan 5 ár eru komin so langt ávegis, at vit hava líka nógv lestrarpláss á hægri útbúgving í Føroyum, sum vit hava føroysk lesandi. Sjálvstýrisflokkurin fer at geva hinum flokkunum høvi at atkvøða um hetta og nýggjan føroyskan frádrátt fyri lesandi longu í vár. ABC flokkarnir feldu uppskot okkara um lestrarpláss herfyri við grundgevingini, at uppskotið var ikki nóg neyvt, men nú verður so aftur høvi at atkvøða um neyvari orðaði uppskot.

Hvønn hylin skal eg fara í?
Tá ið miðlafólkið ringdi til mín, lá í spurninginum: ‘vilt tú ikki stuðla Pál?’ Hesin góði svimjari er vorðin ímynd av ágrýtnum framsóknum unglingum í Føroyum, sum gerast dugnaligir innan nýggjar førleikar og brúka nýggjastu gransking at leggja sær til rættis venjing og háttalag. Langhylurin skal í so máta vera høpi um enn størri avrik.

Men hvagar fara føroyskir ungdómar? Mítt boð er, at uttan mun til hyl, skip, virki, skrivstovu ella annað arbeiðspláss, so fara bæði Per og Pál hagar, sum daman fer. Ella sagt øðrvísi: har makin fær lestrarpláss, har makin fær arbeiði, har børnini fara í dagstovn, har vinirnir fara at lesa, eru millum mest avgerandi faktorar, tá ið ungdómur okkara ger av, hvar hann tekur við avbjóðingum. At tey ungu fara avstað so seint sum til ber og kunnu koma aftur so tíðliga sum møguligt verður altavgerandi, eisini fyri fiskivinnu, alivinnu, íverksetan – og eisini fyri svimjarar og ítróttafólk.

Havi vinmenn og skyldmenn, sum arbeiða í Amerika, Afrika, í Norðanlondum og aðrastaðni; til ber at arbeiða sum sjómaður, ráðgevi, ítróttarmaður um alla verðina og búgva í Føroyum. Hví býr so onkur í Havn, onkur í Dali, onkur í Klaksvís – men onkur í Mexico, onkur í Kjøbinhavn, onkur í Kolding? Svarið er næstan altíð: makin!

Skulu vit hava úrmælingar okkara heimaftur og fáa teir at skapa og skipa framtíð okkara og næsta ættarlið av úrmælingum, so mugu vit hava makarnar heim. Fyrst og fremst og ‘mest fyri pengarnar’ gerst hetta við at geva øllum føroyingum høvi at velja at taka allar vanligar útbúgvingar heilt ella partvíst í Føroyum.