Hva? fanden, der sidder en dansker i stolen...

Hann sigur, at nokk er hann ikki nakar humørspreiðari, men hann heldur, at fólk uttan humor áttu at fingið avlamispensjón. Hann sigur, at fólk í hansara starvi sum útgangspunkt ongar vinir fáa. Hann sigur seg trívast betur í mótvindi enn viðvindi, og hann heldur ikki, at føroyingar eru so serstakir, sum teir gera seg til

FARVÆL
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo


- Tað er meira millum himmal og jørð enn yvirtrekk og toskakvotur, sigur Jørn Astrup Hansen, sum síðan kreppuárini hevur staðið á odda fyri Føroya Banka. Nú er tíðin komin at leggja á annan bógvin. Jørn Astrup Hansen fer frá sum forstjóri í Føroya Banka tann 29. apríl 2005 og vendir snútin aftur móti heimlandinum Danmark aftaná meira enn eitt áratíggju í Føroyum.
? Eg hevði ikki ímynda mær, at eg skuldi verða í Føroyum so leingi. Eg hugsaði mær eini trý, fýra ella fimm ár, men uppgávan bleiv ein onnur. Fyri tað fyrsta var bankin verri fyri enn vit høvdu roknað við, og síðani kom samanleggingin, sum eg ikki hevði hoyrt um, áðrenn eg kom til Føroyar. So tað eina árið varð avloyst av tí næsta, og eg varð bitin av uppgávuni. Eg fann útav, at eg var glaður fyri at vera í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen.

Ikki ein føroying
Jørn Astrup Hansen kom til Føroyar í 1992, tá Sjóvinnubankin skuldi hava nýggjan stjóra. Tað var ikki nógv, sum føroyingar vóru samdir um hesi árini, men eitt vóru teir samdir um, sigur Jørn Astrup Hansen: Teir vildu ikki hava ein føroying í stjórasessin.
? Eg varð settur í starv í 1992 og skuldi taka við starvi tann 1. januar 1993 í tí, sum tá nevndist Sjóvinnubankin. Tann táverandi nevndin greiðir mær frá, at teir vóru samdir um, at teir vildu ikki hava ein føroying. Hetta var ein av teimum fáu dygdunum, sum eg hevði. Eg var ikki føroyingur, so tað lá beint til høgrabeinið, sigur Jørn Astrup Hansen.

Hva? fanden, der sidder en dansker?
Uppgávan hjá Jørn Astrup Hansen var trupul. Hann var komin til eitt land, sum lá í svárari fíggjarkreppu, og útlitini fyri bata vóru vánalig.
? Føroyski fíggjarheimurin lá meira ella minni í sorli. Alt bankakervið var farið á húsagang. Føroyska samfelagið varð næstan totaldoyvt tann 6. oktober 1992. Og tann doyvingin vardi í eitt ár ella tvey, áðrenn føroyingar vaknaðu og søgdu "hvad fanden, der sidder jo en dansker i stolen," sigur Jørn Astrup Hansen.
Tá var tað ov seint at gera nakað við tað. Astrup sat í stólinum, og fleiri hildu, at hann hevði klárað seg væl.
? Tá eg í dag skal gera borðið upp, so má eg siga, eg í mínari tíð í Føroyum fekk fair play. Men eg kom jú eisini inn gjøgnum køksdyrnar, so at siga. Nógv fokus var á Føroya Banka og Danske Bank, men eg kom ikki inn tann vegin. Eg varð settur sum stjóri í einum sera føroyskum banka við eini føroyskari nevnd, nevniliga í Sjóvinnubankanum. Teir settu meg sum stjóra. Har var ikki nakar, sum kom og segði "hann skulu tit seta." Tað var eitt frítt val. Tað var teirra val. Tá var tað eitt sindur øðrvísi við Danske Bank, tí teir kundu jú sjálvir gera av, hvør skuldi vera stjóri í Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen.

Astrup á reyvuni
Sjóvinnubankin var verri fyri enn Astrup sjálvur trúði, tá hann tók við starvinum. Hetta merkti hann eisini persónliga í ein ávísan mun.
? Tá eg kom til Føroyar í januar 1993 hevði eg hvørki pass ella p-tal. Tað skuldi líka fáast upp á pláss. Tað tók nakað av tíð, og eg fekk ikki tikið mær av tí, áðrenn mánaðurin var farin. Og áðrenn mánaðurin var úti og áðrenn eg hevði fingið mína fyrstu løn, tá gjørdi nevndin í bankanum av at lata bankan fara í gjaldssteðg, um ikki fleiri pengar komu inn. So tá vit fóru inn í tað seinasta vikuskiftið í januar 1993, tá var tað stórur vandi fyri, at bankin ikki lat dyrnar uppaftur, og eg hevði enn ikki fingið mína fyrstu løn, sigur Jørn Astrup Hansen.
Astup sigur seg dáma væl í mótgangi, og hann helt støðuna vera spennandi og avbjóðandi. Bankin hevði hetta vikuskiftið tvey tíðindaskriv til reiðar, alt eftir hvat hendi. Tað eini skrivið gekk uppá, at nýggjur kapitalur var settur í bankan, og í hinum skrivinum stóð, at bankin var latin aftur vegna kapitalmangul.
? Ikke fyrrenn mánamorgunin klokkan hálvgum fimm fekk eg eina uppringing frá Keypmannahavn um, at nú var semja. Tað var spennandi. Eg hevði beinleiðis samband gjøgnum telefonina við forsætismálaráðið alt vikuskiftið og varð javnan kunnaður um, hvussu støðan var. Eg føldi veruliga, at eg varð søgunnar vitni. Tað var deyðaspennandi; so spennandi, at eg gloymdi at iðra meg um, at eg eftir øllum at døma sjálvur stóð til at fara á reyvuna, sigur Jørn Astrup Hansen.

Eg tímdi at tíma
Í dag hanga hvørki Føroya Banki ella Astrup í vatnskorpuni. Bankin er betur fyri í dag enn tey flestu høvdu vónir um, tá ringast stóð til.
? Tað er ongin ivi um, at tað gekk nógv betur enn vit øll væntaðu. Vit høvdu ikki ímyndað okkum, at Føroyar og bankin fóru at koma fyri seg so skjótt aftur. Tað gekk nógv skjótari tann rætta vegin, enn vit høvdu væntað, sigur Jørn Astrup Hansen.
? Føroya Banki gjørdi ein mun, tá ið á stóð. Bankin fór á húsagang, men vit fingu umleið tríggjar milliardir krónur innskotnar. So sjálvt um bankin var farin á húsagang, so vóru vit faktiskt teir einastu, sum høvdu likviditet og kapital til at gera nakað við tingini. Og tað gjørdu vit so. Tá eg kom, átti bankin 21 flakavirki. Í dag eiga vit ongi flakavirki. Hesi flakavirkini blivu síðani grundarlagið undir Fiskavirking, sum bankin hevur staðið gubbi at, greiðir Jørn Astrup Hansen frá.
Spurdur hvussu hann vil meta síni egnu avrik sum stjóri í Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen, at hann hevði tað neyðuga treiskni.
? Onnur tímdu kanska ikki, tað veit eg ikki. Eg tímdi at tíma, sigur Jørn Astrup Hansen.

Bankastjórar og vinir
Men hvussu hevur lívið verið sum danskur stjóri í føroyskum banka? Jørn Astrup Hansen dylir ikki fyri, at lívið í Føroyum hevur snurrað kring bankan - eisini stórur partur av privatlívinum.
? Bankastjórar fáa sum útgangspunkt ongar vinir. Við hepni kanst tú fáa nakrar góðar kenningar. Tað ljóðar eitt sindur kyniskt, men tað er nakað um tað. Hví heldur tú, at mann valdi ein danskan stjóra í 1992? Tey fólkini, sum eg havi møtt í Føroyum, havi eg møtt gjøgnum bankan. Fleiri av teimum eru vorðin góðir kenningar, og nøkur av teimum vil eg næstan kalla mínir vinir, sigur Jørn Astrup Hansen.
? Tá mann kemur til Føroyar sum fremmandur til tað arbeiðið, sum eg fekk í 1992/93, so verður mann í ávísan mun verandi ein fremmandur. Men eg vil nú heldur ikki siga - og hetta er uttan nakran sum helst beiskleika - at tað føroyska samfelagið er so lætt at koma inn á. Eg havi heldur ikki ynskt tað, tí eg haldi, at tað hevði verið ópraktiskt við tí arbeiðsuppgávu, sum eg annars hevði í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Bankastjórin sigur, at hann hevur ikki havt fyri neyðini at skilja ímillum privatlív og arbeiðslív. Fyri Astrup renna hesi bæði tingini eitt sindur saman. Men Astrup sigur, at hann sum tíðin hevur gingið er komin eftir, at hann hevur brúkt nakað ríkiligt av tíð uppá arbeiðið. Tað varð ov lítil tíð til onnur ting.

Skriva eina bók?
Trupulleikan við tíðini hevur Astrup nú loyst. Hann fer úr starvi sínum í Føroya Banka tann 29. apríl, og hann ætlar nú at brúka tíðina upp á tey forsømdu tingini í lívinum. Røddir hava verið frammi um bókaskriving.
? Tað havi eg nú ikki hugsað nærri yvir, men kanska. Men um eg skrivi eina bók, so verður tað helst um mína tíð sum bankastjóri í Føroyum. Tað vil verða tað, sum stendir eftir. Stuttligt nokk skrivaði Berlingske Tidende herfyri, at eg hóskandi kundi skriva mínar endurminn-ingar um eitt langt lív í tí danskt-føroyska fíggjarheiminum. So nú kunnu tey heldur ikki sova trygt í Herning og Keypmannahavn, sigur Jørn Astrup Hansen.

Føroyingar ikki so serstakir
Jørn Astrup Hansen hevur verið í Føroyum í meiri enn 12 ár, og tískil hevur hann góðar fyritreytir fyri at skriva um føroysk viðurskifti. Hann hevur eisini gjøgnum árini fingið eina mynd av føroyingum og Føroya landi.
? Tað gongur nakað av tíð, áðrenn tú finnur út av, hvat tú ert. Mann skal jú skilja samfelagið. Tað haldi eg, at eg gjørdi lutfalsliga skjótt. Eg haldi ikki, at eg havi broytt uppfatan av føroyingum gjøgnum tíðina. Eg havi lutfalsliga lætt við at skilja Føroyar og føroyingar. Eg haldi ikki, at føroyingar eru so serstakir, sum mann nú einaferð yndar at framseta tingini, sigur Jørn Astrup Hansen.
? Men eg haldi í heila tikið, at tað at koma til Føroyar í mínum høga aldri og byrja upp á nakað annað - eg var í danska bankaheiminum áðrenn, men stórur munur er á føroyska bankaheiminum og tí danska - var yngjandi og endurnýggjandi fyri meg. Tað er helst orsøkin til, at eg ikki longu eri forsteinaður tann dag í dag. Um eg varð sitandi í Herning, so var eg helst ikki til at flyta runt upp á longur, sigur Jørn Astrup Hansen.
Føroyingar og Føroyar hava havt ávirkan á Astrup. Tað viðurkennir hann, og hann sigur, at føroyingar hava eina ógvuliga direkta facon.
- Tað skal mann líka venja seg við. Men tá mann hevur vant seg við tað, so er tað ógvuliga praktiskt. Fyri ein uttanfyristandandi kann tað tykjast óhøviskt, men tað er tað ikki. Tað er bert ein praktiskur máti at samskifta uppá. "Kunnu tygum vera so vinarligur at rætta mær saltið?" Soleiðis sigur ein føroyingur ikki. Hann sigur "gev mær saltið," greiðir Jørn Astrup Hansen frá.

Humor og humør í Føroyum
Flestu føroyingar munnu hava bitið merki í, at Astrup er væl skorin fyri tungublaðið. Humoristiskur til tíðir, ironiskur til aðrar tíðir, og onkuntíð bæði.
? Eg vil nú helst halda, at eg altíð havi havt eginleikar fyri humor. Eg haldi sum Dirch Passer, at fólk uttan humor áttu at fingið mittastu avlamispensjón. Humor er helst nakað, sum ein hevur í genunum. Men eitt gott humør havi eg ikki altíð havt. Men tað haldi eg, at eg havi fingið í Føroyum, tí her var tað neyðugt. Eg haldi, at mann ger seg út til tað, sum mann hevur brúk fyri. Nakar stórur humørspreiðari havi eg ongantíð verið, men eg havi lagt til merkis hjá mær sjálvum, at eg havi eitt lutfalsliga treyst humør upp á tann mátan, at tað skal nógv til, áðrenn eg ikki fái sovið. Eg kann bert koma í tankar um einar tvær tríggjar hendingar í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen.

Meira enn yvirtrekk og toskakvotur
Nú skal Astrup venja seg við eina nýggja tilveru, vekk frá Føroyum. Um eina tíð flytir hann aftur til Danmarkar saman við konuni. Verður tað ikki trupult at flyta til Danmarkar aftur?
? Tað veit eg ikki, men tað vænti eg tað verður. Og tað er ein av orsøkunum til, at vit hava ynskt at gera enda á hesum tíðarskeiðnum í okkara lívi, nevniliga at vit vilja flyta meðan vit enn hava orku til tess. Vit hava altíð verið greið yvir, at vit einaferð vildu aftur til Danmarkar. Og nú gera vit tað, meðan vit halda, at vit hava hug til at royna nakað annað.
? Eg trúgvi uppá, at tað er meira millum himmal og jørð enn yvirtrekk og toskakvotur. Tað eru so nógv ting, sum eg havi forsømt gjøgnum árini, og nú vóni eg bara, at eg eri førur fyri at gera nakað við tað. Men tað trúgvi eg uppá. Uttan trúnna gongur tað ikki. Eg vil nakað annað og meiri her í lívinum enn bara at vera bankastjóri.


??

BLÁ BÓK
Jørn Astrup Hansen er føddur í 1942 í Sædding, Skjern kommune. Hann er giftur og eigur tveir synir saman við Gunhild Søndergaard. Jørn Astrup Hansen varð cand. oecon frá Århus Universitet í 1973.

Síðan 1993 hevur Jørn Astrup Hansen verið forstjóri í Føroya Banka, sum í 1994 hevði eina eginogn upp á 279 mio. kr, men sum við endan av árinum 2004 hevði eina eginogn upp á 1,6 mia. kr. eftir at hava goldið skatt og vinningbýti fyri meira enn 1,1 mia. kr.

Jørn Astrup Hansen arbeiddi frá 1975 - 91 í Midtbank í Herning, harav tey seinastu trý árini í leiðsluni. Í 1991 var Jørn Astrup Hansen tilknýttur ráðgevingarfyritøku, sum samstarvaði við danska uttanríkismálaráðið og Heimsbankan. Í 1992, áðrenn Jørn Astrup Hansen kom til Føroyar, var hann stjóri í Baltica Kaution A/S.

Jørn Astrup Hansen takkar fyri seg sum stjóri í Føroya Banka tann 29. april 2005, og hann flytir við konuni til Keypmannahavn at búgva.