Johan Dahl
Ein sera viðkomandi spurningur fyri vinnuna og Føroya fólk sum heild, sum vit eiga at taka upp og viðgera skjótast.
"Eigur mál okkara ikki verða at skapað bestu fortreytir og bestu livilíkindi fyri øll sum búleikast her á klettunum?
"Eigur okkara mál ikki verða, at blíva ein partur av eini eind, har multilateral átøk, demokrati, umhvørvi, fríhandil har vørur, tænastur, kapitalur og arbeiðsmegi virka frítt millum limalondini
"Eiga vit ikki at verða partur av einum felagsskapi, har mannarættur og altjóða lógarverk, samráðingar og at brenna fyri sakini, verða sett í hásæti, heldur enn at lata vápnini talað sítt óhugnaliga mál.
Tað er tað Evropa, sum vit síggja vaksa og mennast og sum alsamt ger sína ávirkan galdandi á altjóða pallinum. Vit kunnu so velja at verða passivir áskoðarar ella ein aktivur viðspælari, við tí sum okkara fólk og samfelag nú einaferð kann luttaka og veita í hesum exclusiva klubba av londum.
Eiga vit sum eru vald av fólkinum til at leiða hetta landið, ikki eisini gera okkara borgarum og vinnulívið tann beina at kannað møguleikarnar fyri limaskapi í heimsins mest exclusiva klubba??
-har allar handilsligar barrierur innan felagsskapin eru niðurtiknar og har fari er nógv longur á hesum øki enn nakað annað handilssamtak er.
-Har umhvørvisligir og sosialir arbeiðsstandardir eru hægri enn hjá nøkrum øðrum felagsskapi
-Har fíggjarligu reglugerðirnar/ krøvini til limalondini eru strangari, enn tey hjá t.d. FED í Amerika og sentralbankanum í Japan
Og ikki at gloyma :
-Standardin fyri fólkaræð-inum er á høgum støði
-Mannarættindi og vernd av minnilutum eru settar í hásæti .
-Reglugerðir og lógarverk í ES er í mongum førum blivið til Globalar standardir.
Eigur ikki at verða gjørt til ein spurning um Ríkisfelagsskap ella Fullveldi
Tað eigur ikki at verða spurningurin um Ríkisfelagsskap ella fullveldið, sum avgerð, um vit vilja gerast limir í ES ella ei.
Spurningar sum eiga at verða viðgjørdir og avkláraðir eru m.a.:
-Fyrimunir og vansar við at fara inn sum ein ríkisfelagsskaps-partur
-Hvussu fáa vit gjørt okkara ávirkan galdandi
-Hvussu kunnu vit verða best hoyrdir og virka undir hesi skipan
-Fyrimunir og vansar við at fara inn sum sjálvstøðugt ríkið vilja vit t.d. fáa størri, - minni - ella somu ávirkan, sum í ríkisfelagsskapinum.
-Kunnu vit yvirhøvur gerast limir sum fullveldisríki, havandi í huga fíggjarligu krøvini hjá ES til limaskapin?
Eg meti at fyri okkum, sum ikki limur í ES felagsskap-inum og partur av ríkinum, snýr tað seg um at fáa tað mesta og tað besta burturúr okkara ríkisfelagsskapi og málrættað eisini á fólka-tingi arbeiða fyri at menna okkara samstarv eisini við ES og harvið skapa okkum møguleikar bæði vinnuliga, mentanarliga, í granskingar- og utbúgvingarhøpi og á mongum øðrum økjum við.
Hvat kann EFTA
geva okkum ?
EFTA limaskapur er tað sum hevur verið mest frammi í tosinum í samband við Vision 2015 - hetta ivaleyst orsakað av, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin torað at taka ES spurningin uppá tunguna, hóast hesin er tann mest nærliggjandi at hyggja at, og fáa viðgjørdan, so vit sum samfelag kunnu mennast og koma eitt stig víðari á leiðini.
Tað sýnist sum um be-rørings- angistin við stóru verð er trupulleikin.
Hvat kann EFTA geva okkum sum ES ikki kann ? - ALS ONKI !!
Við at fara inn í EFTA fáa vit t.d. ikki tey 4 frælsini , - verða ikki við í EBS og hvat er so eftir ?
Jú, - tað sum eftir er eru nakrir fríhandilssáttmálar við lond sum vit lítið og onki hava at gera við í dag, men sum vit kanska kundu fingið samhandil við.
Eg havi ikki kannað tað, men meti at ES man hava eins góðar um ikki betur avtalur við eisini hesi og onnur lond.
Noreg, Ísland og ES
Tað er onki dulsmál at Noreg dúgliga fríggjar til ES og vil hava optimala marknaðaratgongd. Teir vilja ivaleyst royna at býta seg til slíka við góðum vinnuligum agnið til ES.
Ísland somuleiðis er eisini við at hugsað seg um og vil eisini innan fá ár síggja í eyguni, at ringt verður at verða uttanfyri hendan fína klubban av limalondum við einum sterkum búskapi og stórari keypiorku.
Og eftir sita so vit lítlu Føroyar og vilja hava alt , - men vilja onki geva frá okkum fyri at fáa meira, - ein heldur margháttlig støða at verða í hjá einum landi, sum vil verða heimsins besta stað at livað ár 2015.
Vit velja heldur at verða eftirbátur og velja ein felagsskap from the past heldur enn framtíðarlimaskapin, sum er ES.
Ein hypotetiskur møguleiki er at :
"T.d. "policy"-fólk í Noregi longu nú aftanfyri leiktjøldini umhugsa at "selja" teirra fiskivinnu fyri at koma í ES ,tí aðrar vinnur vilja verða partur av ES har størri menningarpotentiali er
"At íslendingar hugsað á sama hátt, - við tað at teir í verandi stund virka og vinna víða um í Evropa og aðrastaðni í øðrum vinnum enn fiskivinnuni og harvið hava tann breiða fótin at standa á.
Mótvegis Noregi,- sum ivaleyst fíggjarliga kann tola at fara inn í dagsins ES- fiskivinnuskipan, hetta fyri at uppnáa ávirkan og fáa nýggjar møguleikar í øðrum vinnum, so kundu smá lond sum vit og Ísland kanska víst til regiónskonseptið, sum vinnur alt meira fram í ES.
Hvør veit, um vit ikki kunnu yvirtala ES at síggja tað sum ein politiskan fyrimun (og kanska fíggjarligan eisini), á summum økjum ella regiónum, at lata fiskivinnuna regionalisera, so vit framvegis kunnu hava framíhjárætt og ræði á tilfeinginum í okkara havøki?
Er fiskivinnan veruligi trupulleikin við ES limaskapinum?
Fiskivinnupolitikkurin sigst verða okkara trupulleiki og tað er hann kanska til eitt vist , - men tað er ikki allur trupulleikin. Ein hugburðsbroyting má eisini til.
Hvør sigur, at vit ikki vildu fingið meira burturúr okkara fiskivinnu bæði á nær- og fjarleiðum um vit vóru limir í ES ?
Hyggi at hvussu limalondini í ES virkað innan fiskivinnuna - tey flestu av teimum stóru reiðaríunum eru á fjarleiðum, keypa sær kvotur og rættindi, stuðlað av ES , - og tey liva væl av hesum.
Hví hugsað vit sum samfelag og vinnulív ikki eitt sindur størri ?
Hví eru vit t.d ikki í Marokko, Mauritania, Angola, Chile, Malaysia og aðrastaðni og veiða? Bæði Íslendingar, Hollendarar, Írar og Skotar eru á hesum støðum,- men vit, jú vit hava nokk við okkara egnu heimaleiðir, nokk við at verja okkara 120.000 tons av botnfiski.
Vit eiga at leggja nalvaskoðanina, um at vit eru heimsins bestu innan fiskivinnu og hava heimsins bestu fiskimenn, á hillina og komið víðari, - kanska kundu vit eisini lært nakað av øðrum, hvør veit ?
EFTA ELLA ES??
EFTA:
Eg meti ikki at vit skulu nýta kreftir uppá at koma í EFTA/ EBS - um vit satsa uppá menning.
Orsøkirnar eru fleiri:
1.limaskapur í EFTA/EBS kann undir ongum umstøðum geva meira enn verandi lond hava fingið og gjalda fyri uttan við ávirkan.
2.EFTA/EBS er vorðið eitt bíðirúm fyri lond ið fyri-reika seg at fara heilt inn í ES við tí ,sum tað vil kosta og geva.
3.Tí vit so skulu stríðast eitt tvey-frontskríggj við ES øðrumegin, fyri at halda lív í avoldaðu skipan okkara við ES, og hinumegin stríðast fyri at blíva limur í einum felagsskapi "from the past".
Allarhægst kundi tað verið nýtt sum upphiting til samráðingar til innliman í ES, - men tað eru dýrir venjingartímar, sum væl kundu verið betri brúktir.
ES:
ESlimaskapurin er framtíðin fyri Føroyar. Við ES-limaskapinum røkka vit eisini málunum, at gerast heimsins besta land at livað í ár 2015, eins og tann menning og tað vinnuliga fjølbroytni vit leita eftir vil koma sum ein spin off effekt av ES limaskapinum - tá eru allar dyr út í tann globaliseraða heimin opnar fyri okkum.
Hyggið bert at Írlandi - hvat gjørdi Írland til størsta vakstrarøki í Evropa - tað gjørdi ES limaskapurin.