- Torturkamarið passar væl til konseptið hjá G!, sum appelerar breitt, sigur Margretha Nónklett, samskipari á føroyadeildini hjá Amnesty International.
Hon dylir ikki fyri, at Amnesty International vil fegin raka ein so breiðan málbólk sum gjørligt.
- Vit hava fyrst og fremst hugsa um, hvar nógv ung fólk koma saman. Her er G! Festivalurin eitt upplagt stað at hava eitt torturkamar. Vit trúgva, at við at venda okkum til henda málbók upp á ein øðrvísi hátt, so kunnu vit gera tey ungu meira tilvitaði um mannarættindi, sigur Margretha Nónklett.
Provokerandi
Men kann tað ikki kennast stoytandi hjá fólki at síggja eitt torturkamar á einum tónleikafestivali?
- List má gjarna provokera, og tað verður ikki beinleiðis hugnaligt hjá fólki at koma inn í torturkamarið. Hetta er meira fyri at skapa eina tilvitsku um tortur. Fólk eiga at verða tilvitaði um ta píning, sum fer fram kring allan heim, sigur Margretha Nónklett.
Margretha Nónklett sigur, at sjálvt um vit búgva í Føroyum, so hava vit eina altjóða ábyrgd. Hon sigur, at vit mugu geva okkum far um, hvat vit kunnu gera fyri henda heim.
Góðtaka tortur
- Tað er eitt rák kring heimin júst nú, har tað verður alsamt meira legaliserað at brúka tortur. Tað kunnu vit ikki liva við sum einstaklingar. Vit hava ábyrgd fyri tí altjóða samfelagnum, og vit eiga at tryggja rættindini hjá øllum kring heimin, ikki bert hjá okkum sjálvum, sigur Margretha Nónklett.
Tað kann tykjast sum ein møtimikil uppgáva at beina burtur allan tortur kring heimin, men Margretha Nónklett sigur, at tað er týdningarmikið fyri Amnesty at vísa, at tað er vón fyri framman.
- Og tað er her, at torturkamarið kemur inn á tí reint súmbolska planinum. Vit varpa ljós á trupulleikan og vísa á, at tað ber til at gera nakað við støðuna, sigur Margretha Nónklett, samskipari á føroyadeildini hjá Amnesty International.
G! Festivalurin byrjar í dag, hósdagin. Torturkamarið verður í Køstinum á festivaløkinum.
--
MYNDATEKSTUR: Inni í torturkamarinum verða hyllar við stearinljósum, har einstaklingar kunnu birta eitt ljós fyri niðurundirkomnum torturoffrum. Tað er Ole Wich, danskur listamaður, sum hevur gjørt torturkamarið fyri Amnesty
Mynd: Amnesty International
--
Fakta um Amnesty
Amnesty International er ein heimsumfatandi felagsskapur, ið arbeiðir fyri at alheims viðurkendu mannarættindini verða vird og vard. Hugsjónin hjá Amnesty International er ein heimur, har hvørt einstakt menniskja fær gagn av øllum teimum rættindum, sum eru ásett í Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi hjá ST og øðrum altjóða mannarættindareglum. Hesi rættindi eru m.a. rætturin til kropsligt og sálarligt sjálvræði, samvitsku- og talufrælsi og frælsi frá mismuni.
Kelda: Amnesty International
--
Millum tey elstu og bestu
Føroyadeildin hjá Amnesty hevur yvir 1.000 limir. Hetta svarar til meira enn 2 % av fólkatalinum í Føroyum, og harvið er føroyadeildin hjá Amnesty millum tær lutfalsligu størstu deildirnar hjá Amnesty. Føroyadeildin hjá Amnesty er eisini millum tær elstu lokaldeildirnar hjá Amnesty. Føroyadeildin fyllir 40 ár í ár. Altjóða deildin varð sett á stovn í 1961, og longu í 1965 sá føroyadeildin hjá Amnesty dagsins ljós.