Rógvi Nybo
Í Sosialinum mikudagin høvdu vit drúgva greinarøð, ið gjølla greinaði trupulleikarnar við ovurstórari fráflyting, minkandi burðartali og vantandi tilflyting til Føroya. Vit fylgja nú hesari greinarøð upp, og tríva tí her í eina kanning, ið lýsir nakrar av orsøkunum til, at føroyskir útisetar ikki flyta aftur til Føroya.
Í 2008 gav Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi ein bókling út, har greitt varð frá úrslitunum av einari umfatandi kanning millum føroyingar í aldrinum 20 til 45 ár búsitandi í Danmark. Høvuðsendamálið við kanningini var at finna útav, hví so nógvir føroyingar búseta seg í Danmark, og velja ikki at flyta heim aftur til Føroya. Vit tríva her í nøkur av úrslitunum frá hesi umfatandi kanning.
Helmingurin hevur danskan maka
Ofta verður havt frammi, at ein av høvuðsorsøkunum til, at fleiri føroyingar uttanlands velja ikki at flyta aftur til Føroya, er at tey finna kærleikan við útlendskum maka meðan tey eru undir lesnaðinum í útlondum.
Sambært kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum er hald í hesum. Kanningin vísti, at millum tey, sum liva í parlagi ella eru gift, hava bert ein triðingur av kvinnunum í aldrinum 20 til 45 ár føroyskan maka. Hjá mannfólkunum er støðan eitt sindur øðrvísi. Har hevur annarhvør føroyskan maka.
Tilsamans var býtið, at 39 prosent hava føroyskan maka, 53 prosent hava danskan maka, meðan 8 prosent hava maka við øðrum tjóðskapi.
Hetta kann sjálvandi vera ein týðandi orsøk til, at fleiri av teimum, sum velja at fara uttanlands at nema sær útbúgving, velja ikki at flyta aftur til Føroya.
Vildu fegin verið í Føroyum
Spurningurin er, hvat vit kunnu gera til tess at fáa fleiri av teimum ungu ættarliðunum at verið verandi í Føroyum. Tað lætta svarið er, at vit eiga at syrgja fyri at tey ongantíð fara avstað.
Kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum vísir, at ein triðingur av teimum, ið eru flutt til Danmarkar fyri at nema sær útbúgving, høvdu heldur tikið alla ella ein part av útbúgvingini í Føroyum, um hetta var gjørligt.
Tað sjálvsagda í hesum er, at hevði hesin triðingur ongantíð farið avstað úr Føroyum at nema sær útbúgving, men ístaðin kundu taka hana í Føroyum, høvdu líkindini fyri at tey fáa sær ein útlendskan maka, sum tey velja at búseta seg saman við í øðrum landi enn Føroyum, verið væl minni.
Familja og arbeiði
Høvuðsorsøkin til, at føroyingarnir ikki eru flutt aftur, er sambært kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum, at teir hava stovnað familju. 71 prosent av konufólkunum svara, at tey enn eru í Danmark, tí tey hava stovnað familju. Beint omanfyri helmingurin av mannfólkunum svaraðu tað sama. Tað vísir seg at verða verri at flyta heim aftur til Føroya, tá tey hava stovnað familju og eru við at festa røtur í tí landi, tey eru í.
Umframt famulju er arbeiði eisini ein høvuðsorsøk til, at føroyingar enn eru búsitandi í Danmark. 45 prosent av konufólkunum svaraðu, at ein orsøk til at tey enn eru í Danmark er, at tey hava arbeiði har. Tað sama svaraðu 47 prosent av mannfólkunum.
Kanningin vísti eisini, at høvuðsorsøkin til, at umleið fimti hvør enn er í Danmark, tí at tey eru í útbúgving.
4 ár er markið
Tá føroyingar flyta uttanlands eru bondini til heimlandið sterkast í byrjanini. Men við tíðini fánar eisini heimlongsulin og hugurin at flyta aftur til Føroya. Ein áhugaverd niðurstøða í kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum vísir, at kritiska markið er við 4 ár.
Tað er greitt av svarunum, at av teimum, ið hava búð í Danmark upp til 4 ár, ynskja 50 prosent at búgva í Føroyum. Men aftaná 4 ár í Danmark minkar hesin partur støðugt. Samstundis er bólkurin við teimum, sum síggja framtíð sína í Danmark støðugt vaksandi við talum av árum í Danmark.
Vilja til høvuðsstaðin
Ein annar áhugaverdur partur av kanningini vísir eisini, at heili 71 prosent av teimum, ið umhugsa at flyta aftur til Føroya, ynskja at búgva í Tórshavn, um flutt verður aftur til Føroya. Í mun til hvussu nógv fluttu úr høvuðsstaðnum til Danmarkar at lesa – 43 prosent – er hetta lutfalsliga nógv fleiri. Tað vísir seg also at føroyingar, sum umhugsa at flyta heim aftur til Føroya, í stóran mun verða drignir at høvuðsstaðnum og teimum møguleikum, ið har eru.
Alt, ið er galið í Føroyum
Men stóri spurningurin er, hví nógv av hesum ikki velja at flyta heim. Kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum kannaði eisini hvørji sjónarmið hesir útisetarnir hava viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum og føroyska samfelagnum.
Kanningin vísti, at góð 77 prosent av teimum vóru samd ella sera samd í, at føroyska samfelagið er for konservativt. Samstundis svaraðu 74 prosent, at fakligar avbjóðingar og fakligt umhvørvi vanta í Føroyum.
Men eisini vantandi stuðulsskipanir og bústaðamøguleikar viga øgiliga tungt hjá útisetunum, og meira enn helmingurin eru samd ella sera samd í, at trupult er at finna nakað at búgva í og at fíggjarligu og sosialu stuðulsskipanirnar eru ov vánaligar.
Ikki heilt óvæntað siga tríggir fjórðingar av útisetunum eisini, at tey eru samd ella sera samd í, at veðrið er ov vánaligt í Føroyum.
Fýra bólkar av útisetum
Tá Norðuratlantsbólkurin fór undir at gera hesa kanningina, var eitt av endamálunum við henni at finna útav, hvat kann gerast fyri at fáa fleiri føroyingar at flyta aftur til Føroya. Kanningin vísti, at føroyingarnir í Danmark kunnu bólkast í fýra ymsar bólkar, sum eru umleið líka stórir. Ein talva yvir bólkarnar sæst her á síðuni.
Hesir bólkarnir eru ymiskir á tann hátt, at tað verður eitt nú skilt millum tey, ið sakna Føroyar og ynskja at flyta heimaftur, tey, ið sakna Føroyar men ikki vita, um tey helst vilja búgva í Føroyum ella Danmark, tey, ið sakna Føroyar, men helst vilja búgva í Danmark, og so tey, ið trívast sera væl í Danmark og ikki sakna Føroyar.
Bólk 1 og 2 gerst sum so einki við, tey eru mist. Men tað eru serliga hinir báðir bólkarnir, sum eru áhugaverdir at leggja seg eftir at royna at fáa heimaftur. Hesi eru ivasom, og eru av einari ella aðrari orsøk komin í ta støðu, at tey kundu hugsað sær at flutt heim, men har tað ikki ber serliga væl til. Serliga er tað bólkur 3, ið gjarna vil heim, men setir krøv til ymisk samfelagsviðurskifti í Føroyum, so sum ferðasamband til útheimin, barnaansingartilboð og annað.
rogvi@sosialurin.fo
------
Fakta
Um kanningina:
Kanningin var útgivin í 2008
Kanningin umfatar einans føroyingar í fyrsta ættarli í aldrinum 20 til 45 ár
Danmarks Statistik stóð fyri sjálvari spurnarkanningini
1505 føroyingar vóru tilvildarliga útvaldir til telefonsamrøðu
1022 valdu at luttaka
Tilsamans 7737 føroyingar í fyrsta ættarliði búðu í Danmark tá kanningin var gjørd
Av hesum vóru 2502 í aldrinum 20 til 45 ár, ið vóru arbeiðsvirkin ella í útbúgving
Tey luttakandi svara til 41 prosent av samlaða íbúgvaratalinum í aldursbólkinum 20 til 45 ár









