Hvítir løgreglumenn ákærdir fyri harðskap ímóti svørtum unglingi

Tveir hvítir løgreglumenn í Los Angeles eru nú ákærdir fyri at hava bukað og sligið ein svartan ungling, eftir at teir fyrst høvdu lagt hann í hondjørn

Tilburðurin, sum var í Los Angeles-forstaðnum Inglewood, varð tikin upp á sjónband, og myndirnar eru síðani vístar í sjónvarpi um allan heim.
Annar løgreglumaðurin, Jeremy Morse, er ákærdur fyri at hava lagt á tann 16 ára gamla svarta Donovan Jackson við óneyðugum harðskapi og at hava sligið hann í andlitið. Ein starvsfelagi hansara er ákærdur fyri at hava falsað frágreiðingina um tað, sum hendi. Báðir løgreglumenninir siga seg vera ósekar.
Verður tann 24 ára gamli Jeremy Morse dømdur sekur, kann hann fáa trý ára fongsul og 70.000 krónur í bót. Hann er fyribils loystur úr starvinum, men fær kortini fulla løn.
Tilburðurin í Inglewood hevur fingið øði í tað svarta fólkið í býarpartinum, og seinastu dagarnar hava tey fleiri ferðir skipað fyri mótmælum ímóti løgregluni, sum verður løgd undir at vera rasistisk.
Umframt løgregluna í Los Angeles kanna amerikansku landsmyndugleikarnir eisini tilburðin í Inglewood. M. a. hevur løgmálaráðið í Washington sett fólk at kanna málið.