Myndugleikarnir í Hvítarusslandi kunngjørdu í gjár, at teir ikki vildu leingja loyvi hjá Svøríki at hava sendimenn í landinum. Tað merkir í veruleikanum, at svenski sendiharrin verður vístur úr landinum.
Svøríki hevur svarað við, at nýtilnevndi hvítarussiski sendiharrin í Svøríki ikki fær loyvi at virka, og at tveir hvítarussiskir sendimenn missa uppihaldsloyvi.
Danski uttanríksiráðharrin, Villy Søvndal sigur, at útvísingin av svenska sendiharranum í Minsk ongastaðni hoyrir heima.
Eg skilji væl, at Svøríki tekur tilsvarandi stig yvir fyri hvítarussisku sendistovuni í Stokkhólmi.
Danski uttanríkisráðharrin heldur, at útvísingin tíverri bert er enn eitt óskiljandi stig frá stýrinum hjá Lukasjenko í Hvítarusslandi, har tey mest grunnleggjandi rættindini frammanundan verða noktað fólkinum í landinum.
Danmark hevur saman við ES harðliga funnist at, hvussu Hvítarussland fer við mannarættindum við at seta í verk revsitiltøk ímóti einstøkum persónum og virkjum við tøttum bondum til stýrið í Hvítarusslandi. Samstundis stuðla vit aktivt hvítarussiska fólkinum. Vit tilja framvegis arbeiða fyri menning av Hítarusslandi til tess at finna landinum fólkaræði, mannarættindi og rættartrygd, sigur Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, í tíðindaskrivi.