Hvítarussararnir takka fyri blíðskapin

Tá ið hugur og hond ganga saman, kemur ofta væl burturúr.
Soleiðis var eisini í døgunum 18. – 21. oktober, tá ið 43 ungdómar og leiðarar teirra við list síni vitjaðu Dansifrøi í Havn.

Hóast veður og indur hesar dagarnar vóru í røttum vetrarhýri, og tí eisini ætlaða útiskráin fyri miðbýin avlýst, so var tess meira orka løgd í at vitja fólkaskúlar í Havnini. Umframt at sýna málningalist í Miðlon í Havn spældu og dansaðu gestirnar annað kvøldið fyri almenninginum í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá ið vit siga, at seinur verður dagur har te, ið sóu framsýningarnar, gloyma ein so framúrskarandi listarleik, har dansur og spæl gingu upp í eina hægri eind.
Slíkar vitjanir krevja sálvandi fyrireikingar og fígging. Við hesum fara vit at takka vertunum fyri tykkara tolni og vælvild við at lata heim tykkara hýsa gestunum.
Eina serstaka og hjartans tøkk eiga tit í Kiwanis Tórshavnar og Kiwanis Rósuni fyri tykkara sera munandi og dygga fíggjarstuðul, ið tit veittu tiltakinum. Hjartaliga takka vit eisini tykkum øðrum feløgum, fyritøkum og stovnum kring alndið, ið løgdu rygg til við ágóðum, fígging og hølum.

Vegna fyrireikararnar
Per. N. Persson