Hotel Hafnia var karmur um stórt politiskt virksemi týsdagin á tamb. Meðan Sambandsflokkurin legði fram nýskipanaruppskot sítt á Panorama, við útsýni í ein landsynning, varð Hvítabók latin limunum í uttanlandsnevndini á Parnassinum á sama gistingarhúsi.
Marjus og »nýggjar tíðir«
Summir luttakarar á drúgva kunningarfundinum í uttanlandsnevndini, komu beint av sambandsfundinum og niður á Panorama at verða kunnaðir um tað almennu tjóðskaparpolitisku kósina, sum Føroya Landsstýri hevur stungið. Talan var um Heðin Mortensen og Marjus Dam, ið báðir hava limaskap í nevndini, umboðandi Sambandsflokkin. Marjus Dam hevjaði stoltur framsíðuni á uppskoti floksins, við yvirskriftini »nýggjar tíðir« yvir høvd við fundarborðið í uttanlandsnevndini, og hetta tyktust allir nevndarlimirnir halda vera sera skemtingarsamt. Kortini var tað bert Hvítabók, ið framvegis varð viðgjørd eftir hesa stuttligu framførslu.
Hvítabók náttarlestur
Fyrrapartin í gjár var ikki nógv at frætta av fundinum, ið eftir øllum at døma ikki var lokin fyrr enn eftir náttverða. Javnaðarumboðini, Jóannes Ejdesgaard og Hans Pauli Strøm sótu sum øll hini og lýddu á, meðan umboðini fyri løgmansskrivstovuna, Barbara á Tjaldrafløtti og Bergur Berg, greiddi frá fyrisitingarliga parturin av útgreiningararbeiðinum.
Ongin viðmerking var at fáa, hvørki frá samgongu- ella andstøðulimum í uttanlandsnevndini. Undir øllum umstøðum hevur Hvítabók verið náttarlestur undir flestum politikaralonum í nátt, og væntandi verða politisku viðmerkingarnar fleiri í morgin.