Hvítabók er ein amboðskassi

Landsstýrismanningin situr longu og lesur úr Hvítubók, sum verður almenn um eina góða viku. Høgni Hoydal væntar, at bókin eisini kemur andstøðuni, ið fær bókina í dag, til góða. Hann væntar og vónar, at komandi aðalorðaskiftið fer at bera brá av, at landsins kosnu kunnu vera ósamdir á einum sakligum støði. Samráðingarnar við danir verða eftir øllum at døma lidnar við árslok.

Hin 1. september, sama dag sum skarvafriðingin fer úr gildi, fer Hvítabók alment av barkastokki. Eins og svarti sjófuglurin kann vænta sær eina strævna tíð, teir báðar mánaðarnar, loyvt er at skjóta hann, verður talan óivað um eitt sera meldurkent tíðarskeið í føroyskum politikki. Eitt tíðarskeið, sum fer at fáa hitt besta, og kanska eisini hitt vánaligasta, upp í føroyskum politikarum.


Sjálv landsstýrismanningin fundaðist á Hotel Eiði í farnu viku, og á hesum fundi varð landsstýrið kunnað um lidna útgreiningararbeiðið. Samgongupolitikararnir høvdu ikki fingið nógv umtalaða ritið áðrenn fundin, men á fundinum varð meginparturin handaður teimum. Í dag verður uttanlandsnevndin kunnað.


Høgni vælnøgdur


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, vil ikki siga, hvat fór fram á fundinum á Eiði, tí talan var um ein innahýsis kunnandi fund.


Tjóðskaparpolitiski oddamaðurin er stak væl nøgdur við Hvítubók, ið sambært honum viðger fleiri møguleikar millum núverandi ríkisrættarligu støðu, og fullveldi.


Andstøðan ikki við sviðusoð


Høgni Hoydal ger vart við, at tað ikki er rætt, sum sagt hevur verið, at sáttmálanevndin, ið hevur staðið fyri at kanna ríkis- og fólkarættarliga grundarlagið fyri sjálvbjargni, longu er liðug við samráðingaruppleggið.


? Sáttmálanevndin fekk greitt at vita, at hesin parturin av arbeiðinum ikki var ein partur av Hvítubók; serliga tí tað arbeiðið hevur samband við samráðingarstrategiir. Samráðingaruppleggið verður ikki gjørt, fyrr enn Hvítabók hevur verið viðgjørd alment og á Tingi, sigur Høgni Hoydal, og leggur serligan dent á, at arbeiðið hjá sáttmálanevndini eisini kemur andstøðuni til góða, tí aðrir møguleikar enn teir, ið samgongan hevur stungið út í kortið, somuleiðis verða viðgjørdir.


Ongin ivi um trúvirðið


Aðalorðaskifti um Hvítubók verður í Løgtinginum eftir 20. september, og lítil ivi tykist vera um, at talan verður um drúgt og hvast orðaskifti.


Høgni Hoydal væntar og vónar kortini, at talan ikki verður um røður og orðaskifti, sum vanlig eru undir valstríði.


? Hvítabók er ein amboðskassi. Við henni gerast amboðini til búskaparligt og politiskt sjálvbjargni tøk, og eg vóni, at allir flokkar á Tingi fara at brúka Hvítubók til tað endamálið. Hóast ósemjur um aðalmál, vóni eg at vit kunnu vera ósamdir um fyrimunir og vansar á einum meira sakligum støði, sigur Høgni Hoydal, sum ikki heldur nakað grundarlag vera fyri at sáa iva um trúvirðið á tí, sum í Hvítubók stendur.


Nyrup mótmælti ikki


Føroyingar kunnu vænta, at tíðarætlanin á sjálvbjargnisleið landsins fer at halda. Hóast landsstýrismaðurin veit, at samráðingarvilji dana hevur týdning í hesum høpi, fekk hann undir vitjanin danska forsetismálaráðharrans herfyri, ongar ábendingar um, at danir ætla sær at draga samráðingarnar út.


? Forsetismálaráðharrin varð kunnaður um arbeiðsgongdina, og at Føroya Landsstýri ynskti samráðingarnar byrjaðar og endaðar í ár. Hesum mótmælti hann ikki, staðfestir Høgni Hoydal.