Nei! Tey góðu tíðindini eru, at tað er ongantíð ov seint at gevast. Tú skerjir vandan fyri sjúkum, ið standast av tubbaki, næstan alt fyri eitt, tú heldur uppat at roykja, sjálvandi er betri, skjótari tú gevast.
Eftir:
tjúgu minuttum tekur nøgdin av tubbakseitri at minka og blóðtrýstið, hjartaslátturin og pulsurin verða aftur sum tey eiga at vera. Hetta ger, at vandin fyri hjartaslagi minkar
tólv tímum ? nøgdin av kolsúrevni í blóðinum minkar og nøgdin av súrevni økist
einum mánaði fert tú at duga betur at meta um, hvussu okkurt angar og smakkar. Lungnapípurnar verða smidligari, so tað verður lættari hjá tær at draga andan. Kroppurin hevur stríðst við at endurbøta nervalagið. Tú fert kanska at varnast, at tú orkar meira
tveimum til trimum mánaðum fært tú kanska 30% av lungnavirki aftur. Tú fert at orka meira og føla, at tú fært gjørt fleiri kropsvenjingar.
seks til níggju mánaðum ? útlitini til at tú fært lungnasjúku eru minni, tí kyknurnar, sum klæða lunguni, nú aftur verða so sum tær skulu vera og gera sítt til, at lunguni hjá tær eru rein og heilsugóð
einum ári ? vandin fyri, at tú fært hjartasjúku er skorin niður í helvt, tú hevur eisini skert vandan fyri striki, lungnasjúku og fleiri sløgum av krabbameini, teirra millum lungna-, hálsa- (lívmóðurhálsa-), bløðru- og nýrakrabba og krabba í brisi, barkakýla og vælindi
fimm árum ? vandin fyri at tú fært lungnakrabba er umleið helvtina av vandanum hjá honum, ið roykir ein pakka um dagin
tíggju árum ? vandin fyri at tú fært lungnakrabba er næstan líka lítil sum hjá einum, ið ikki roykir! Frískar kyknur eru komnar í staðin fyri tær kyknurnar, ið koma áðrenn krabbameinskyknurnar koma.
Tikið úr »Tá ið síðsta sigarettin er roykt«, Amerikanska tubbaksráðið. 1995, 1996.
Gevst tú at roykja, skerjir tú eisini vandan fyri at tey, sum eru uttan um teg og anda roykin frá tær niður í seg, verða sjúk.
Næstu ferð: Vandin við at vera passivur roykjari.
Eftir grundgevingini at døma eru hesi viðurskifti generelt sæð grundarlagið hjá Vágatunnilinum, og sum tað verður sagt í frágreiðingini ?Til tess at meta um, hvat boð er til mestan fyrimun fyri felagið?, verða boðini mett út frá:
?Samsvar við ætlan fyri útbjóðing
?Prísi
?Alternativum og reguleringum
?Tekniskum viðurskiftum, so sum uppskot til arbeiðsætlan og amboð
?Skipan av arbeiðinum, leiðslu og manning
?Fíggjarligum umstøðum
Samanum tikið vildi P/F Vágatunnilin nú vera við:
14) at P/F J&K Petersen var vorðið kr. 300.000,- bíligari enn vit!
15) at sami hevði størri tekniska leiðslu og fíggjarliga orku og tí
16) mettir kunna gera arbeiðið liðugt til tíðina
Eg skal ikki plága lesaran við smálutum, men stutt viðmerkja, at roknistykkið hjá Vágatunnilinum tykist føra til, at verður roknað nóg leingi, kann umrødda arbeiðið gerast ókeypis.
Viðvíkjandi tekniskari og fíggjarligari orku og hetta at gera arbeiðið liðugt til tíðina er einans at viðmerkja, at hesi viðurskifti eru mett í sambandi við, at vit vórðu innbodnir at bjóða, og at tveir sera royndir stovnar hava tilmælt, at vit skulu gera arbeiðið.
Málsviðgerðin higartil
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur álagt P/F Vágatunnilinum at tingast við okkum sum havandi lægsta tilboð. Fundur var avtalaður tann 9. juni, men varð avlýstur, tí stjórin í P/F Vágatunnilin bar seg undan, orsakað av banninum, sum Føroya Handverksmeistarafelag hevði lýst tann 31. mai. Okkum kunnugt varð bannið einans lýst navngivnum fyritøkum, sum bjóðaðu ! Avtalað varð síðan, at nýggjur fundur skuldi verða tann 14. juni, men boð komu stutt eftir, at Dávid Reinert Hansen verður burturstaddur alla vikuna (vika 24), og eingin nýggjur fundur er avtalaður.
P/F Vágatunnlinum tykist ikki hava skund
Vit hava ikki enn mist vónina um, at P/F Vágatunnilin ber seg at sum allir aðrir byggiharrar og tekur upp tingingar við lægstbjóðandi og tekur tey mál upp á fundi við okkum, sum eiga at verða viðgjørd millum okkum og teir og ongan annan ? og ikki í fjølmiðlum og allar aðrar óviðkomandi staðir. Hevði hetta byggimál verið viðgjørd eftir vanligum leisti, høvdu vit fyri langari tíð síðan verið bodnir til fundar um sáttmála at gera arbeiðið. Til lesarans upplýsing skal nevnast, at bara lægstbjóðandi kann lækka sítt tilboð enn meir. Hetta kunnu hinir bjóðararnir ikki gera sambært lógina um útbjóðing (licitatión). Tað má standa flestu fólkum greitt, at tað hevði verið skilabetri at fingið tílíkt burtur úr, enn at fara undir kryptiskar og kanska ólógligar lækkingar av næstlægsta tilboðið og so í seinasta enda rokna við einum millióna-endurgjaldskravi frá okkum omaní. Telur tað heldur ikki við, at vit eru samstarvsfelagar hjá NCC Vágakonsortiet, ið hevur lægsta tilboðið til sjálvt boriarbeiðið ?
Niðurstøða
Hetta er sum at vera boðin í brúdleyp sum verdugur gestur og so verða hunddálkaður, uttan at nakar rættir hond frá síðu at steðga hesum. Betur hevði sømt seg brúðarparinum ikki at boðið okkum í hetta brúdleyp.
Hvussu hetta brúdleyp fer at enda er ilt at siga, men sum náttin líður ber veitslan brá av gølu, men enn ber brúðarparinum og teirra avvarðandi til at bjarga brúdleypinum frá at enda í skomm og gølu, sum leingi fer at verða havt á munni.
Tórshavn, hin 12. juni 2000
Vegna P/F Byggitek
Tummas Sørensen, stjóri