Fólkaflokstingkvinnan vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni við orkumálum, Sirið Stenberg, hví vit merkja so lítið í Føroyum, tá ið oljuprísurin fellur á altjóða marknaðinum.
Sirið Stenberg helt, at nógv fólk helst merktu tað á sama hátt, sum spyrjarin, men at hon ikki megnaði at geva eitt fullfíggja svar uppá spurningin.
-Tí vildi eg gjarna, at spurningurin verður settur skrivliga, segði hon.
Spyrjarin sigur, at prísurin í dag í veruleikanum er ein triðingur í dag av tí hann var, tá ið hann var hægstur.
-Eg síggi ov lítið til, at prísurin lækkar, tá ið hann lækkar á altjóða marknaðinum, segði Elsebeth M. Gunnleygsdóttur.