Hví skulu vælbjargað hava fólkapensjón?

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin
-----
Vantandi fatan av norð­ur­lendska modellinum er um at gera av við væl­ferð­ar­sam­fel­ag­ið, sum fólkið hevur stríðst fyri seinastu øldina.
Man hevur hoyrt hatta frá sam­gong­u­umboðum fyrr: At o­r­søkin til at Landsfelag Pen­sjón­ista tvíheldur um fólka­pensjónina er, at nevnd­ar­limirnir sjálvir vilja hava fólk­a­pensjón, hóast teir hava góðar privatar pensjónir (sic!).
Men nei, hetta er ikki or­søk­in. Hinvegin er orsøkin, at hes­ir nevndarlimir, sum sjálv­ir hava verið við til at byggja upp væl­ferðarsamfelagið, skilja meg­in­reglurnar undir hesi skip­an: Nevniliga, at hug­u­rin at vera partur av fel­ags­skap­i­num avhongur av, um fólk kenna seg sum part av felagsskapinum. Við øðr­um orðum, um eg skal rinda skatt, so skal tað helst eisini loysa seg í síðsta enda. Tá rindi eg mín skatt við gleði.
Men nú samgongan ætlar, at fól­kapensjón ikki skal vera fyri fólkið alt longur, ger hon seg inn á sjálvt hjartað í væl­ferð­ar­sam­fel­ag­num, og hetta hev­ur nógv víðfevndari av­leið­ing­ar við sær, enn fólk í­mynda sær í fyrstu atløgu.
Tí vælferðarsamfelagið verður hildið uppi av einum slagi av kontrakt. Øll lata til felagsskapin, og fáa afturfyri nøkur rættindi. Eg fái til dømis fólkapensjón, tá eg verið gomul, heilsurøkt, um eg verið sjúk, og ókeypis skúla til børnini, so tey eru før fyri at lyfta demokratiska vælferðarsamfelagið víðari.
Hetta samhaldsfesti, at vit taka okkum av hvørj­um øðrum, eyðkennir norð­ur­lond­ini, og hevur tað skapt heimsins tryggastu og javnastu samfeløg: Har øll hava líka møguleikar at menna evni síni, óansæð hvørj­um upphavi tey koma frá, og har øll hava rætt til hjálp, um illa veit við.
Men fortreytin fyri hesi vælferð er inntøkur. Stórur part­ur av inntøkunum kem­ur frá skatti - og serliga frá teimum vælbjargaðu, ið rinda lutfalsliga stóran part til felagsskapin. Men hví skulu tey tíma at rinda til felagsskapin, um tey onki fáa burturúr, til dømis fólk­a­pensjón? Tey hava jú ráð til sjálvi at rinda fyri heilsutænastur, skúla, pensjón osv. og kunnu í prin­sipp­i­num bara melda seg úr felags­skap­inum og stovna síni egnu privatu tilboð.
Gera tey tað, so hava vit ikki long­u­r ráð til dygdargóðar vælferðartænastur til stóru fjøld­ina, sum hevur avgerandi tørv á felagsskapinum, tí tey hava ikki ráð til privatu til­boð­ini.
Tað ljóðar kanska rætt og lætt í fyrsta umfari, at væl­bjarg­að skulu ikki hava fólk­a­pen­sjón, men í longdini er tað at taka burtur insitamentið fyri at rinda skatt til fel­ags­skap­in - ella at bróta sos­i­alu kontraktina, sum snýr seg um, at øll rinda inn og aft­ur­fyri hava øll eisini rætt til eitt minst­a­mark av tænastum.
Hetta er sam­an­hangs­meg­in, sum heldur øllum væl­ferð­ar­sam­fel­ag­num uppi, og sum samgongan ger seg inn á, tá hon avtekur universellu fólka­pen­sjónina, sum øll hava rætt til, tí øll rinda inn til hana.
Úrslitið kenna vit úr til døm­is USA, har tey ríku hava ráð til at trygga seg og síni, meðan tann stóra verk­a­fjøldin má noyðast við dis­c­ount-tilboð av øllum slag, skúla, heilsuverk osv. Og so kunnu tey eisini fáa eyð­mýkj­andi stakkalahjálp ella ol­mussu á ellisárum, sum júst var orsøkin til, at vit fingu fólk­a­pen­sjón­ina á sinni.
Also: Skulu fólk tíma at vera partur av sam­halds­fest­i­num, skulu tey ikki bara hava skyldu at rinda, men eis­ini rætt at fáa burturav felags køkuni. Melda fólk seg úr, fara inntøkur alvorliga at mangla í, og vælferðin hjá øllum, høgum og lágum, kemur í vanda.
Og at summi fólk so bæði koma at fáa privata og almenna pensjón gjørt ikki við. Tey hava í báðum førum sjálvi goldið inn til pensjónina, við tí fyri eyga at hava nóg mikið til ellisárini - og tað skulu tey ikki revsast fyri.
(Summi vælbjargað siga seg ikki hava tørv á fólkapensjónini, tí skulu onnur heldur ikki hava hana. Heiti inniliga á tey um siga fólkapensjónia frá sær, ella at flyta hana til "Í menniskjum góður tokki" ella onnur vælgerandi endamál - tað er ein nógv betri loysn enn at gera seg inn á sjálvt vælferðarsamfelagið.)