Hví skal fólkaskúlin allur, sum hann er, leggjast út til kommunurnar?

Elsa Birgitta P. Petersen og Esmar Berg

-----------

 

 

Fyri umleið 60 árum síðani umsótu kommunurnar alt fólkaskúlaøki, men tað var so lágt raðfest av kommunustýrunum tá, at fólk, sum sóu, hvussu fólkaskúlin varð misrøktur, heittu á myndugleikarnar um at taka undirvísingarpartin og læraralønirnar og viðurskifti læraranna frá kommununum og flyta tað til landsmundugleikarnar. Tað varð so gjørt.

 

Tær føroysku kommunurnar hava síðani havt ábyrgd av bygningum, flokshølum, fakhølum og undirvísingartilfar o.ø. karmum.

Tær føroysku kommunurnar hava nú sum fyrr skyldu til at røkja hetta øki.

Men tað verður í flestu kommunum í Føroyum raðfest lágt.

Tó, nakrar av teimum størstu kommununum eru tvey tey seinastu árini farnar at hyggja til fólkaskúlarnar, nú rammurnar eru farnar at detta niður um oyrini á næmingum og lærarum í so stóran mun, at tað er skomm.

 

Men hesi nógvu seinastu árini hevur tað, sum hevur itið fólkskúlin, also bygningar og tilfar, ligið sum ein ruin, í so gott sum øllum kommunum í landinum.

Onkrar eldsálir hava tó av og á sett fólkaskúlan á dagsskrá. Tað sæst í einstøkum bygdum í Føroyum. Men tá tær eru burtur, verður alt tað sama aftur.

 

Hví hava kommunurnar ikki passað tað, sum teirra skylda hevur verið?

Hví hava kommunurnar ikki tikið ávaringarnar frá teimum, sum hava sæð hetta forfallið og hava ávarað um hetta, í álvara?

 

Vit vildu fegin havt eina undirbygda frágreiðing frá t.d. Rósu Samuelsen, bygdaráðsformanni, Heðin Zachariassen, bygdaráðsformanni og landsstýrismanni og øllum teimum, sum kropp á kroppi hesa seinastu tíðina hava kravt, at fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar, tí: ,sitat, "so verður hann nógv betur".

 

Vit spyrja: “Hví hevði alt blivið so nógv betri? Og hvat hevði verið betri? Og hvat er tað, sum er atvoldin til, at tykkara ábyrgdarøki ikki er blivið røkt, men um tit bara fáa læraralønirnar og alt tað, sum fylgir við teimum yvirum borðið, "so verður alt betri"?

 

Hetta er støðan í føroysku kommununum:

Gamlir og ótíðarhóskandi skúlar.

Ótíðarhóskandi floks- og fakhølir.

Alt ov lítið undirvísingartilfar, og nógv av tí, sum er, er alt ov gamalt, slitið, ja, og ónýtiligt. Brúkt av fleiri ættarliðum av næmingum.

Bøkur, kort, teldur, alis/evnafrøðihølir, náttúru og tøkni hølir, skúlakøkar, evnisstovur og smíðhølir, bókasøvn alt gamalt og ótíðarhóskandi.

Ongi arbeiðsrúm til næmingar og lærarar,

Ongi matarhølir og ítróttarumstøðurnar vánaligar,

Skúlagarðar og spælipláss eru tómar fløtur.

 

Ja, vit kundu nevnt nógv meira.

 

Alt hetta er misrøkt av kommununum í Føroyum.

Hví verður tað ikki gjørt, áðrenn man vil hava ábyrgdina av størri øki, at misrøkja, kanska??

 

Hóast seinastu 10 árini hava verið sera góð fíggjarliga hjá kommununum, er støðan tó vánalig hjá skúlunum. Hvussu verður hon so, tá tað fer at ganga skeiva vegin?

 

Vónandi fáa vit svar upp á henda spurning.

Men vit mæla føroysku kommununum fyrst at bøta um tað, sum longu nú er tykkara øki og hevur verið tykkara ábyrgd alla hesa og seinastu øld.

 

Hvalba 6. januar 2008