Hvørvur vælferðin við Loysingini/skattalættum?

Vælferðin/loysingin: Tá peningur vantar í hjá tí almenna, so hugleiða fólk um, hvussu hetta ber til. Mong í Føroyum halda, at danir skulu loysa trup ulleikar okkara við at oysa meira pening inn í føroyska samfelagið. Lækkaði blokkstuðulin fær so skyldina fyri landskassatrotið, men vit hava hesa seinastu hálvu øldina roynt at skipa samfelagið soleiðis, at vit í størstan mun kunnu klára okkum sjálvi. Hesin hugburður hevur altíð verið mettur sum stór dygd, men summi halda, so løgið tað ljóðar, at best er at tveita alla sjálvsvirðing burtur og fara við biddaraposanum til Danmarkar at biðja um meira pening, eins og Kaj Leo og Jørgin gjørdu seinasta heyst, men sjálvt danska stjórnin helt hetta vera ovboðið og sendi teir heimaftur nær um sum av torvheiðum. Hetta er skiljandi, havandi í huga flatskattaskipanina og vánaligu donsku fíggjarstøðuna. Jørgin framdi samstundis við hesi gerð grovt vallyftisbrot.
Blokkstuðul: Vit høvdu ein danskan bankastjóra her í Føroyum, ið eitur Jørn Astrup Hansen. Hann segði í ÚVF, at blokkstuðul var bara góður í ringastu tíðum. Í góðum tíðum hevði hann ta ávirkan, at kostnaðarstøðið reyk upp til skaða fyri alt samfelagið. Hesin maðurin átti at vitað, hvat hann talar um á fíggjarliga økinum.
Skattalættarnir: Tað er sera lætt at geva lækkaða blokkinum skyldina fyri peningatrot landskassans, men samstundis eigur ein ikki at gloyma skattalættarnar, ið fyrrverandi – og núverandi samgonga undir somu leiðslu hevur latið til tey vælbjargaðu, fyrst av øllum. Sum dømi kann nevnast, at løgmaður sjálvur fekk eina upphædd, ið liggur millum 5 – og 10 000 kr um mánaðin eyka í sambandi við skattalættarnar. Sjalvur fekk eg u. l. 1000 kr um mánaðin afturat í sambandi við flatskattaskipanini. Alt er gott at fáa, men eg hevði fegin latið henda 1000 kr seðilin til eldraøkið, um løgmaður og hansara javnlíkar eisini lata sínar 5 – 10.000 kr aftur um mánaðin til sama endamál.
Tunnilsgerðir og skattalættar. Sagt verður, at um blokkurin ikki varð lækkaður, so kundu vit gjørt henda og handa tunnilin alt fyri eitt. Tað sama kann sigast um skattalættarnar. Um skattalættarnir, ið telja hundraðtals milliónir, ikki vóru givnir teimum vælbjargaðu, so kundu vit bygt undirsjóvarberghol fyri hesar risaupphæddir. Samstundis hevði borið til at økt um játtanina til eldraøkið. Hetta, uttan at farið biddaragongd til Danmørkina, ið hevur enn størri fíggjartrupulleikar enn vit. Summi siga, at vit hava lógligan rætt til stuðul úr Danmark. Tað kann vera, men er tað moralskt rætt at kroysta mest møguligan pening úr einum samfelag, ið ikki er betur fyri enn okkara egna, tá um fíggjarstøðu er at røða?