Jacob Vestergaard spyr um val­svik í Runa­vík­ar komm­unu

– Tað undirritaði kennir til slíkt arbeiði, eiga frágreiðingar at verða fingnar til vega frá teimum, sum hava havt við valið í Oyndarfirði at gera

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, sum eisini hevur royndir sum løgreglumaður og sýslumaður. Tað sigur í hann í viðmerking til ein fyrispurning um møguligt valsvik í Runavíkar kommunu. Jacob Vestergaard hevur setta Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um málið. Spurningurin frá løgtingsmanninum er soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt frá løgregluni um kanningararbeiðið í sambandi við møguligt óreglusemi viðvíkjandi kommunuvalinum á valstaðnum í Oyndarfirði í Runavíkar Kommunu.

2. Hevur tað verið samskift ímillum landsstýrismannin og løgregluna um málið.

Í viðmerk til fyrispurningin sigur Jacob Vestergaard, at tað áður hava verið fyrispurningar á tingi um kommunuvalið og kommunuvallógina, og eitt mál um valsvik í Runavíkar Kommunu verður framvegis kannað av løgregluni.

– Uppá munnligan fyrispurning 9. apríl 2025 svaraði landsstýrismaðurin, at hann ikki viðgjørdi málið um møguligt óreglusemi viðvíkjandi valinum á valstaðnum í Oyndarfirði, fyrr enn løgreglan var liðug við sítt kanningararbeiðið. Landsstýrismaðurin fór at taka málið uppaftur, tá løgreglan var liðug at kanna málið.

Nú er rúm tíð gingin síðan kommunuvalið, og síðan løgreglan fór undir at kanna málið. 

– Tað undirritaði kennir til slíkt arbeiði, eiga frágreiðingar at verða fingnar til vega frá teimum, sum hava havt við valið í Oyndarfirði at gera. Somuleiðis eigur eisini niðurstøðan viðvíkjandi umrødda valseðli, sum broytti valið í Runavíkar Kommunu, at fyriliggja. Slíkar kanningar taka ikki eitt hálvt ár at avgreiða, sigur Jacob Vestergaard, sum umframt at vera løgtingsmaður hevur royndir sum bæði løgreglumaður og sýslumaður.

– Tað er sera álvarsamt, at spurnartekn framvegis verður sett við valúrslitið í Runavíkar Kommunu. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum, so allur ivi um valúrslitið í Runavíkar kann verða beindur av vegnum, sigur Jacob Vestergaard.