Tey, sum sóu Robinson mánakvøldið, vita, at útlitini hjá føroysku Biritu á Løgmansbø Bláhamar sóu døpur út. Hon fekk 11 atkvøður av 15, og gjørdist tískil ein av tveimum, sum varð løgd í hendurnar á hyggjarunum. Hon og ein, sum eitur Kenneth sótu í heitu stólunum mánakvøldið, tá hyggjararnir skuldu gera av, hvør teirra skuldi sendast heim. Birita yvirlivdi hesuferð, tí donsku hyggjararnir vildu, at hon skuldi fáa ein møguleika afturat.
? Nú gongur fínt. Upptøkurnar hava gingið væl, og stemningurin er nógv broyttur síðani mánakvøldið, sigur Birita Bláhamar í telefonini, tá Sosialurin fekk fatur á henni á hotellinum í Keypmannahavn.
Birita fekk mánakvøldið ógvuliga harða mótstøðu frá sínum liðfeløgum. Hørð orð vórðu slongd út í luftina, og alt var heldur ikki so pent, sum liðfelagarnir vildu vera við.
? Eg havi tosað við Niels og nøkur av hinum, og tey hava tikið væl ímóti mær aftur í bólkinum. Kritikkurin var harður, men tað nyttar onki at spæla firtin. Nú eri eg vald innaftur, og tað ber ikki til hjá mær at halda meg aftur, sigur Birita.
Gingið væl
Birita sigur, at tað hevur ikki so nógv at siga fyri seg, hvat hini siga um hana.
? Kappingin hesuferð gekk væl fyri mítt viðkomandi, og hetta hevur eisini gjørt, at liðfelagarnir hava sæð meg á ein annan hátt. Eg havi eisini roynt at vera meira við í bólkinum, greiðir Birita frá, sum í seinastu sending kundi tykjast at halda seg í so nógv fyri seg sjálva.
Robinson ekspeditiónin er hesuferð broytt í mun til undanfarnu fimm ekspeditiónir. Hesuferð innleiðandi umfør, um ein so kann siga, fram í Danmark, áðrenn tey útvaldu verða send út á eina oydna oyggj onkrastaðni í Asiu.
? Hetta er ikki so stuttligt, sum eg hevði væntað. Tað er strævið, langar upptøkur og uppreklamerað. Kappingarnar eru stuttligar, men restin er alt á lágum støði.
Hvønn mánadag koma aspirantarnir, sum tey verða kallað, til góðsið har tey búgva. Ur og telefonir verða tikin frá teimum, so tey vita onki um, hvør tíð á døgninum tað er. Hetta alt fyri at gera trýstið harðari.
? Viðhvørt fáa vit onki at eta, so vit fara í holt við upptøkurnar við tómum maga. Hetta verður gjørt fyri, at vit skulu vera meira irriterað og sinnalagið eitt sindur ringt, greiðir Birita frá.
Týdningarmikið
Birita hevur áður sagt, at tað var av tilvild, at hon teknaði seg til Robinson. Og hetta er tí ikki eitt av tí týdningarmesta, sum hon ætlar sær at útynna her í lívinum.
? Hini ganga ógvuliga høgt uppí spælið. Teir vilja gera, hvat tað skal vera fyri at sleppa við út á oynna. Tað er munurin á okkum. Eg taki hetta ikki eins og tey. Fyri tey er hetta upplivilsið, sum tey skulu fortelja fyri ommu- og abbabørnunum, og tí gera tey nógv meira burturúr og tað gerst ekstremt. Eg eri púra køld yvirfyri tí.
Um danirnar sigur Birita annars, at tey eru »ræðuliga droy«. Liðið er ikki samansett av persónum, hon sjálv hevði funnið uppá at valt at verið saman við.
? Fólkini eru følsk. Tey baktala teg, stemma uppá teg, og so aftaná, so koma tey yvir til tín og siga, at tey eru kedd av, at tey stemmaðu uppá teg. Eg orki ikki fyri tí. Tú kanst ikki líta á nakran!, sigur føroyski luttakarin.
Birita fortelur annars, at tá hon er til upptøkur má hon ansa væl eftir, hvat hon sigur. Hvørt orð má vigast væl og virðiliga áðrenn tað verður sagt.
? Eg kann til dømis ikki siga, at mær leingist eftir børnunum hjá mær, tí so blaka tey meg út og fara at siga, at eg longdist alla tíðina.
Óbehagiligt
? Meginpartin av tíðini er tað als ikki stuttligt. Tað er óbehagiligt, fólk baktala og eru følsk, sigur Birita.
Stórur munur er eisini á hesuferð, tí nú fáa luttakarnir møguleika at síggja sendingarnar so hvørt sum tær eru gjørdar. Tað kundu tey ikki í undanfarnu ekspeditiónum.
? Hetta ger stóran mum. Úti á oynni kundi tú siga tað, tú vildi og ongin fekk tað at vita fyrr enn fleiri mánaðir aftaná. Nú síggja vit alt, sum øll siga um okkum. Tað er rættiliga hart. Sum til dømis mánakvøldið. Tá stóð nógv á, og tú mást bara royna at hava eitt pokerfjes, men tað kann vera ringt. Men sum eg segði í sendingini, so verður tú bara sterkari av mótgangi.
Sum fleiri helst hava lagt til merkis, so kundi Birita tykjast, sum hon helt seg nógv fyri seg sjálva í mánakvøldssendingini.
? Eg valdi sjálv at halda meg aftur. Eg klári ikki, tá fólk eru følsk. Men alt gongur longu betri nú. Útlitini eru góð, og ljóskastarin er vendur frá mær nú. Eg gjørdi ein lítlan innsats hesuferð, og beinanvegin vendi ljóskastarin ein annan veg, fortelur Birita.
? Soleiðis broytist tað allatíðina. Eg sat har í gjár, og var ein hataður persónur, og hesuferð gekk tað nógv betri. Nú eru bara fýra vikur eftir av upptøkum, so nú byrjar tað at gerast spennandi, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar at enda úr telefonini úr Keypmannahavn.










