Hvørt húsarhald spara upp til 2000 krónur um mánaðin

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin gjørdi Kaj Leo Johannesen nakað burtur úr umhvørvinum og hann heitti á fóllk um at hugsa seg um fyri at spara, tí tað er nakað, sum lønar seg aftur bæði væl og virðiliga

 - Við tí tøkni, sum er í dag, kann hvørt húski spara helvtina av rokningini til olju og til Sev.

Tað førdi Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins fram í formansfrágreiðing síni á landsfundi floksins leygarmorgunin.

Í frágreiðingini kom hann nógv inn á umhvørvið og útlátið av umhvørvisskaðiligum evnum.

Hann vísti á, at eitt er, hvørji tiltøk samfelagið kann gera.

Men hann vísti eisini á, at hvørt einasta húski kann eisini gera sítt til, at bøta um støðuna – og samstundis spara ein hóp av peningi.

Og hann metir at umhvørvisvernd eigur at byrja heima hjá hvørjum einstøkum húski.

Og hansara boðskapur til vanliga føroyingin var at vísa umhugsni á hesum øki.

Hetta ikki bara verjir umhvørvið, men tað er eisini ein rúgva av pengum at spara hjá hvørjum húsarhaldi.


Kunnu spara 50%

Bara við at ansa betri eftir olju og streym, og við at gera smærri íløgur, ber til at spara eini 50%-60% av oljurokningini og eini 40% av streymrokningi.

- Tað er lætt og krevur ógvuliga lítið av okkum at vera meiri tilvitað um orkunýtsluna. - Og bara við at brúka spariperur, við ikki at brúka óneyðugt heitt vatn og ljós, við at seta klokku á oljufýrið og oljupumpu, sum regulerar nýtsluna eftir oljutørvinum og við ikki at lata elektrisk tól standa á stand by, tá ið tey ikki verða brúkt, ber til hjá hvørjum einasta húsarhaldi at spara einar 1500-2000 krónur um mánaðin í olju og streymi, legði hann afturat.

- Og samstundis verður Co2 útlátið minkað yvir 50%.

Annars er samgongan í ferð við at játta 230 milliónir í ár til orkusparandi tiltøk í sambandi við bygging og tað fer eisini at kasta nógv arbeiði av sær. Harafturat er ætlanin at brúka 400 milliónir til bjálving og alternativa bygging hesi næstu árini.



-