- Tey flestu sum koma á ungdómsmøtini eru her úr Hvannasundi og Norðdepli. Onkutíð koma eisini nøkur úr Klaksvík á møtini, sigur 18 ára gamla Bertha Klein Olsen.
Hon situr í nevndini, sum skipar fyri kristiligu ungdómsmøtunum í heimbygdini. Nevndin er skipað í toymi, har Bertha er saman við Poulu í Frammistovu í einum teirra.
Síðsta fríggjakvøld var aftur ungdómsmøti í gamla skúlanum. Hetta kvøldið var tosað um missión í Afrika. Luttøkan hetta kvøldið var munandi størri enn vanligt.
- Tað stuttliga var, at fleiri vóru komin av Viðareiði á møtið. Í kvøld vóru vit tí sera nógv - eini 33, haldi eg, sigur Bertha, sum dagliga gongur í 2. g á Studentaskúlanum á Kambsdali.
Evni ella frítt
Í gamla bygdarskúlanum er innrættaður ein salur, har møtini verða hildin. Her er øll útgerð, ið krevst til slík møti fyri ung - telda, ljóskanón, trummusett og annað. Í erva húsast skrivstovan hjá Hvannasunds kommunu, og her er somuleiðis ein góður køkur.
Ungdómsmøtini verða sum nevnt hildin hvørt fríggjakvøld, og er rættiliga ymiskt hvat er á skránni. Vanliga er tala og nógvur sangur, og við millumbilum eisini fríur vitnisburður. Onkutíð er okkurt spæl á skránni, men altíð ein góður drekkamunnur at enda.
- Tá vit hava talara, so velur hesin sjálvur hvat evni hann tosar um. Onkutíð hava vit tó biðið teir tosa um ávís evni, sum t.d. bønina Faðirvár ella frelsuvissa, sigur Bertha.
Ungdómsnevndin í Hvannasundi kann haraftrat fegnast um ta stóru undirtøkuna, sum møtini hava.
- Tað er gleðiligt hjá okkum at síggja, at tað eru tey somu sum koma aftur og aftur.
- Tey flestu eru eini 14-15 ár. Men tað vísir seg tíverri, at tað er ringt at behalda tey, tá tey gerast eitt sindur eldri, staðfestir Bertha.
Í Hvannasundi verða annars hildin sunnukvøldsmøtir einaferð um mánaðin. Tá tey ikki eru, plagar Bertha at vera á møti í KFUM&K í Klaksvík.