Hvørki fiskiríkidømi ella oljuríkidømi skulu gevast burtur

Formaður Fólkafloksins á tingi, Jørgen Niclasen, sigur í samrøðu við Sosialin, at hann orkar ikki tankan um føroyskan limaskap í ES. Hann byggir hesa støðu sína á tær órímiligu treytirnar, sum hann roknar við, at ES fer at seta Føroyum

Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sigur í samrøðu við Sosialin, at verða Føroyar limur í ES, so fáa vit eina kvotuskipan, har fiskivinnan fer niður í helvt og har okkara heimasjógvur fer at liggja opin fyri skipum úr ES londum. Eisini sigur hann, at okkara oljuinntøkur fara at streyma niður til Brússel.

Um hesar gitingarnar eru rættar, er einki at siga til, at Jørgen hevur ta støðu, sum hann hevur. Tí sjálvsagt skulu vit hvørki geva okkara fiskiríkidømi, og ei heldur eitt møguligt oljuríkidømi burtur. So langt eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin samdir, og hetta átti tí at verið eitt gott útgangsstøði at tosa Evropa politikk.

Møguliga er veruleikin ein annar
Eitt er at blaka pástandir út um framtíðina, og at gita um, hvat ES fer at krevja av føroyingum. Men hvat høvdu Fólkaflokkurin og Jørgen Niclasen sagt, um vit fingu prógvað yvirfyri ES-myndugleikunum, at fiskidagaskipanin er ein veruligur fongur fyri Føroyar? Og hvat um vit fingu sannført limalondini um, at tað loysir seg at brúka okkara skipan, og at fyri hvønn dag sum gongur, tapa ES-limalondini hópin av peningi orsaka av, at tey ikki enn hava sett okkara fiskidagaskipan í gildi hjá teimum?

Heimurin broytist skjótt, og tað er positivt, at umboð Fólkafloksins halda áfram at greiða ES-myndugleikunum frá, hvussu góð fiskidagaskipanin, sum Sambandslandsstýrið setti í gildi í 1996 er, tí málið eigur at vera, at ES tekur okkara skipan til sín. Hetta kundi ført við sær, at limalondini byrjaðu at umsita fiskiríkidømið hvørt sær. Vit sita møguliga við lyklinum til at loysa fiskivinnutrupulleikarnar hjá ES?

Mugu víðka okkara sjónarring
Tað er avgerandi fyri framtíð Føroya, at vit víðka okkara sjónarring og tora at trína inn í altjóða samfelagið, heldur enn at byrgja okkum inni, soleiðis sum gjørt hevur verið higartil. Orð sum Eg orki ikki tankan, hoyra ikki heima í hesum sambandinum. Tann einasti mátin vit kunnu gerast klókari uppá, hvørjar ágóðar Føroyar kunnu fáa frá ES, og undir hvørjum treytum, er at tingast beinleiðis við ES. Vit kunnu ikki byggja framtíð Føroya á gitingar.

Um treytirnar, ið ES setir okkum, eru órímiligar, taka vit sjálvandi ikki av tilboðnum. Men eg trúgvi persónliga, at tað fer at bera til at fáa eina góða avtalu í lag við ES.

Vit noyðast longu sum er at lúka nógv av teimum krøvum, sum ES setur til limalondini. Men í verandi støðu hava vit eingi rættindi í ES og fáa tískil heldur ongan ágóða av at ganga undir ES-krøv.

Mugu orka
Vit skulu sjálvsagt hvørki geva okkara fiskiríkidømi ella oljuríkidømi burtur. Men heldur enn at gita, hvørjar treytir ES fer at seta okkum, eiga vit at tingast við henda felagsskap, fyri at fáa staðfest, hvat ES hevur at bjóða føroyingum. Vit skulu vita og ikki gita.

Men fyrsta treytin fyri konstruktivum samráðingum er, at vit orka tankan og vilja tosa.