Hvør vil eiga myrkrið

.

Á aðalfundinum í felagnum Sinnisbati, sum varð hildin grundlógardagin 5. juni bóru tveir nevndarlimir seg undan afturvali. Teir vóru formaðurin Sólrun í Eyðansstovu og Maria Andersen.

Í teirra stað vóru vald Ásla Svensson, sum ikki áður hevur verið í nevndini í Sinnisbata og Svenning av Lofti, sum áður hevur verið nevndarlimur og formaður.

Til eykalimir vóru vald Maria Andersen og Sólrun í Eyðansstovu.

Aftaná aðalfundir skipaði nýggja nevndin seg við Svenningi av Lofti sum formanni, Margrethu Poulsen sum næstformann i, Anfinni Poulsen sum kassameistari, Tummasi Thomasen sum skrivara.

Endamál Sinnisbata er at bøta um korini hjá sinnissjúkum m.a. at royna útvega teimum hóskandi bústað.

Í 15 ára søgu felagsins er ymist fram til bata fyri tey sinnisveiku og -sjúku, t.d. tvey sambýlið, ið hava verið til mikla hjálp, umframt at strongt hevur verið á myndugleikarnar at hjálpa hesum tørvandi partinum av okkara samfelagsborgarum meira. Tørvirnir eru framvegis stórir og fer Sinnisbati framvegis at gera seg galdandi í hesum átrokandi verki. Felagið vónar eisini at fáa gott samstarv við nýggju landsstýriskvinnuna í heilsumálum.