Tíðargrein
__________________
Hópur av kanningum og frágreiðingum eru gjørdar, sum vísa, at jørðin hitnar, og at hetta í størstan mun stavar frá útláti av veðurlagsgassi, serliga koltvíiltu frá brenning av olju, koli og gassi. Í fjør varð so fjórða frágreiðingun hjá ST veðurlagspanelinum, The Fourth Report of the Intergovernmental Panel on Climate Change, almannakunngjørd.
Frágreiðingin, sum er gjørd av túsundavís av vísindafólkum úr øllum heiminum, slær fast, at mannaelvdar veðurlagsbroytingar eru ein veruleiki, og allur ivi um henda veruleika verður gjørdur til skamma.
Vit føroyingar trúgva ikki uppá vísindafólk og frøðingar. Vit trúgva ikki upp á fiskifrøðingar, og vit trúgva ikki upp á búskaparfrøðingar. Vit rætta okkum í øllum førum ikki eftir tí, sum teir siga.
Hóast hetta, so man fáur í dag tó vera í iva um, at alheims upphitingin er ein veruleiki, og at okkara virksemi tey seinastu hálvtannaðhundrað árini er høvuðsorsøkin. Men enn hava vit einki gjørt fyri at gera okkara til at minka um útlátið av veðurlagsgassi.
Jú, gaman í, vit tóku undir við ST veðurlagssáttmálanum! Men mundi tað ikki vera tí, at tað ikki bar til at taka fyrivarni fyri Føroyum? Og í øllum førum hava vit gjørt lítið og einki gjørt fyri at liva upp til tær skyldur, sum sáttmálin áleggur okkum. Hetta er sama søga sum í sambandi við aðrar altjóða sáttmálar, sum vit hava tikið undir við. Vit rætta ikki hond frá síðu fyri at gera tað, sum sáttmálarnir áleggja okkum.
Og Kyoto ískoytissáttmálanum vildu vit ikki vita av. Vit vistu ikki, hvønn týdning tað fór at hava, og tað mátti tí kannast fyrst og so framvegis. Hetta var í 2002. Og enn er lítið og einki hent. Enn er eingin lýsing gjørd, sum sigur hvussu vit kunnu minka um okkara útlát.
Ferð eftir ferð hava vit hoyrt politikarar úr øllum flokkum siga, at nú skulu Føroyar taka undir við Kyoto, og nú skulu vit føroyingar liva upp til okkara altjóða skyldur. Men hvat er hent? Einki, púrt einki. Í frágreiðing løgmans á ólavsøku í 2004 verður sagt, at nú verður farið undir at kanna henda spurning beinan vegin. Nú, næstan fýra ár seinni, er enn einki hent.
Og, Gud hjálpi mær, um ikki løgtingið samtykti Kyoto protokollina í fjør heyst upp á kvamsvís. Uttan at binda okkum til nakað sum helst. Summir hildu, at vit tá skuldu fara at samráðast við danir um hvussu nógv vit skuldu skerja útlátið. Og aðrir hildu, at vit skuldu taka upp samráðingar á millumtjóðastøði fyri at áseta okkara egnu kvotu. Hetta hóast øll vistu, at har var einki at samráðast um. Men danir søgdu nei. Kortanei. Einki sluppu vit uppí uttan at átaka okkum skyldur. Vit høvdu enn eina ferð sovið í tímanum og ligið sjóvarfallið av okkum. Men mundi tað vera tilætlað?
Kunnu vit trúgva, at vend kemur í nú?
Nú skulu Føroyar setast á umhvørvisliga heimskortið. Nú skulu vit fram í fremstu røð tá tað snýr seg um gransking, frálæru, framleiðslu og you name it á veðurlags- og umhvørvisøkinum.
Hattin av fyri Bitland, Vinnuhúsinum, Samvit og Nora fyri at taka stig til TACC-veðurlagsráðstevnuna í næstu viku. Listin við vísindafólki og vinnulívsfólki er langur og imponerandi. Og fleiri útlendskir politikarar við sjálvum Al Gore á odda. Og íslendski fiskimálaráðharrin. Hann, sum lurtar eftir fiskifrøðingunum.
Men har er, eftir mínum tykki, eitt stórt og gapandi hol. Har er einki um hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa útlátið av veðurlagsgassum í Føroyum niður. Ikki eitt orð um ambitiøsar politiskar ætlanir. Hvar eru búskapar- og samfelagsfrøðingarnir við servitan um umhvørvisregulering, sum kunnu vísa á, hvørji amboð kunnu brúkast fyri at skerja oljunýtsluna?
Hvønn politikk skulu Føroyar reka á hesum øki? Er tað nóg mikið at heita á fólk um at skrúva niður fyri hitanum, at lata bilin standa og sigla spakuligari? Er tað nóg mikið at dúva uppá tekniskar loysnir og betringar?
Nei, tað er ikki nóg mikið. Tað er neyðugt at seta politisk tiltøk í verk fyri at noyða okkum øll at minka nýtsluna.
Hvussu skal hetta so gerast? Í 2006 gav Vinnumálaráðið út uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk, sum vísir á hópin av møguleikum at spara orku. Fylgja vit orkupolitikkinum, eru vit væl áleiðis at náa Kyoto skyldunum.
Tað er bara tað, at har er einki ítøkiligt um hvussu vit náa málunum. Gerast má ein ítøkilig ætlan. Hvørji politisk og búskaparlig stýriamboð skulu brúkast? Hvar skulu vit seta inn og á hvønn hátt?
Skulu vit dúva uppá hugburðsbroytingar og sjálvbodnar avtalur ella skulu vit í holt við lógarásett krøv, CO2-avgjøld og CO2-kvotur? Helst skulu vit brúka øll hesi amboð og meira afturat.
Og næsta ár skal nýggj avtala gerast, sum frá og við 2013 skal avloysa Kyoto avtaluna. Lítið er at ivast í, at krøvini tá verða munandi strangari enn í núverandi avtalu. ES hevur sett sum mál, at útlátið av veðurlagsgassi skal verða minkað í minsta lagi 20 og allarhelst 30 % í 2020.
Í fráboðan frá ES kommisiónini til Parlamentið og Ráðið, dagfest 23. januar í ár, verður staðfest, at ES er til reiðar at seta tiltøk í verk móti teimum londum, sum ikki halda sínar altjóða skyldur á hesum øki.
So um vit einki fáa upp í lag at gera sjálvi, so fara onnur helst at gera tað fyri okkum. So er spurningurin um tað er tað, vit vilja. Men tað er kanska tað, sum skal til.
Vinnan er vaknað, tí tað ljóðar, at brúkarin í okkara keyparalondum fer at seta krøv og treytir.
Men eru politikararnir vaknaðir? Og Føroya fólk?
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum sigur, at ráðstevnan er ein útpurring, a wake-up-call.
Vónandi er tað so.
Og vónandi sovna vit ikki aftur, tá ráðstevnufólkið er farið til hús. Um so verður, hevði tiltakið kanska verið betri ógjørt.