2.ð á Føroya Studentaskúla
??????????????????????
Ongin 13 røtt!
Tíverri var ongin av 544, sum sendu inn, sum hevði so sterkt politiskt tev, at hann megnaði at manna Tórshavnar Býráð frammanundan og vinna stóra vinningin vikuskiftisferð fyri 2 við Atlantic Airways til Keypmannahavnar.
10 høvdu 12 røtt! Kortini var um reppið hjá nøkrum at vinna stóra vinningin frá Atlantic Airways, tí ímóti flestu meiningum vóru ikki færri enn 10 fólk, sum tippaðu 12 røtt. 81 tippaðu 11 røtt og 131 tippaðu 10 røtt. Sostatt vóru 222, sum vóru við í lutakastinum um vinning 2 og 3.
Men hvør lumpaði tey 10?
Av teimum 10, sum tippaðu 12 røtt, var
ein sum valdi Torfinn Smith í staðin fyri Sjúrð Olsen,
6 sum valdu Jenis av Rana í staðin fyri Marin Katrinu Frýdal,
3 sum valdu Torfinn Smith í staðin fyri Marin Katrinu Frýdal.
Sostatt vóru tað Marin Katrina Frýdal og Sjúrður Olsen, ið lumpaðu tey 10.
Anna Djurhuus, skrivstovukvinna, skipaði fyri dráttinum og Mads Winther, rektari, dró. Baldur og Sólja av Skarði, Tórshavn, vunnu vinning 2, ein Beko-dustsúgvara frá Damor. Elisabeth Rasmussen, Tórshavn, vann vinning 3, leskiligt jólaborð fyri 2 við kaffi frá Hotel Hafnia. 2.ð ynskir teimum til lukku og takkar hjartaliga øllum, sum luttóku og gjørdu kappingina so spennandi. 2.ð takkar eisini Atlantic Airways, Damor og Hotel Hafnia fyri dyggan stuðul.
Royn teg í rokning
Sí myndina til høgru
Henda rokniuppgáva varð gjørd á skúlanum í sambandi við tippingina:
1)Tú skalt velja 13 býráðslimir ímillum tey 76 valevnini.
Hvussu nógvar valmøguleikar hevur tú?
2)Tá ið tú skalt meta um, hvørjir teir 13 komandi býráðslimirnir verða, kann tað gerast á ymsan hátt, t.d.:
a)Tú heldur teg við vissu kunna nevna t.d. 10 av komandi býráðslimum, síðan skalt tú velja 3 ímillum restina av teim 66 uppstillaðu.
Hvussu nógvar valmøguleikar hevur tú tá?
b)Tú heldur teg við vissu kunna siga, hvussu býtið ímillum flokkarnar verður, t.d. A: 3, B: 3, C: 3 og E: 4.
Eisini heldur tú teg við vissu kunna nevna t.d. 2 av komandi býráðslimum úr hvørjum av hesum 4 flokkum.
Hvussu nógvar valmøguleikar hevur tú tá at velja teir 5 býráðslimirnar, ið eftir eru at velja?