2.ð á Føroya Studentaskúla
????????????????????????
Kappingin var henda:
"Ítøkiligur býráðspolitikkur
Havnarmaðurin við
kollfirðingin: Hvat er títt hægsta ynski, at nýggja býráðið skal fremja?
Kollfirðingurin: At Kollafjørður verður vetrarfriðaður.
Havnarmaðurin: Hvat er tað, at vetrarfriða Kollafjørð? Meinar tú, at ongin haruskjóting skal verða í Kollafirði um veturin?
Her eru nøkur av svarunum, fólk í Havn góvu, tá tey vórðu spurd.
Tað er at...
- eingin skal kunna koyra ígjøgnum Kollafjørð um veturin
- eingin skal vitja Kollfirðingar um veturin
- eingin skal ganga í haganum í Kollafirði um veturin
- kollfirðingar skulu sleppa at búgva í frið í Kollafirði um veturin eisini
- eingin haruskjóting í Kollafirði um veturin
- kollfirðingar flyta úr Kollafirði um veturin, so bøurin kann fáa frið
- ongar politiskar broytingar verða í Kollafirði um veturin
- ongin úr øðrum bygdum sleppa til Kollafjarðar um veturin
- grundstykki ikki kunnu keypast í Kollafirði um vet-urin
- ikki er loyvt at koyra skjótt gjøgnum Kollafjørð um veturin
- næmingar úr Kollafirði fáa frí um veturin
- salt og sandur skal ikki koyrast á brekkurnar í Kollafirði, tí har skreiða børnini
- eingin skal ferðast til Kollafjarðar um veturin
- ikki er loyvt at byggja kavamenn í Kollafirði
- eingi skip skulu sleppa inn á Kollafjørð um veturin
- eingin turistar skulu sleppa til Kollafjarðar á vetri
- fólk kunnu einans koyra á sletu í Kollafirði um veturin
- Kollafjørður verður loystur frá Havnini um veturin
- Kollafjørður skal gerast til eitt nátúrureservat um veturin, so at vísindamenn kunnu koma til Kollafjarðar at kanna eitt løgið fólkaslag, soleiðis kann Kollafjørður gerast ein av leiðandi miðdeplunum innanfyri gengransking og tílíkt
- eitt stórt drívhús skal byggjast, soleiðis at kollfirðingar sleppa undan tí kalda vetrarveðrinum
- øll sum búgva í Kollafirði flyta til Havnar um veturin
- ikki er loyvt at ala laks á Kollafirði um veturin
- kollfirðingar skulu sleppa frá at arbeiða um veturin
- eingin kavarudding verður í Kollafirði um veturin
- øll í Kollafirði skulu í "hi"(vetrarsvøvn) um vetur-in
- kollfirðingar fáa frið fyri politikkarum um veturin
- klokkan skal ikki flytast í Kollafirði um veturin
- ongin protokollføring verður í skúlanum í Kollafirði um veturin
- tað bara er loyvt at byggja kavamenn í Kollafirði um veturin
- Kollafjørður skal steingjast av um veturin - eins og ein vetrarfriðarstaður
- kollfirðingar skulu sleppa at sova í friði um morgunin um veturin
- alt arbeiði í Kollafirði skal stegða um veturin
- allir bilistar parkera bilin og ganga ígjøgnum Kollafjørð um veturin
- náttarfriður skal verða í Kollafirði um veturin
- kollfirðingar skulu halda frí um veturin
- kollfirðingar verða fluttir til Suðuroyar um veturin
- vegirnir í Kollafirði ongantíð eru hálir av frosti um veturin
- havnarfólk ikki sleppa til Kollafjarðar um veturin
Hvat heldur tú?
Vinningurin var lambskrov úr Kollafirði frá Rólvi Djurhuus, bónda."
Rætta svarið er: At friða bøin í Kollafirði fyri seyði um veturin.
24 sendu rætt svar inn. Skrivstovukvinnan Anna Djurhuus skipaði fyri dráttinum og rektarin Mads Winther dró aftur.
Trygvi Thomsen, Sandvík vann og fekk eitt leskiligt ræst, føroyskt lambs-krov frá Rólvi Djurhuus, bónda í Kollafirði.
2.ð ynskir Fróða tillukku og takkar øllum, sum hjálptu til at vetrarfriða Kollafjørð á lógligan hátt. Samstundis takkar 2.ð Rólvi Djurhuus, bónda, sum beinanvegin so dyggiliga fegin vildi stuðla kappingini.