Hvør skal hitta FCM

Í Danmark verða seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini spældar mikukvøldið

Dong-Cup

Spurningurin er einamest, hvørt tað skulu verða FCK ella Brøndby, sum skulu hitta FC Midtjylland í finaluni. FCM vann í fyrru hálvfinaluni tryggan 4-0 sigur á Horsens og Johan Byrial Hansen, og tí er lítið at ivat í, at teir longu hava meira enn annað beinið í finaluni.
Spurningurin er so, hvat mótstøðuliðið skal vera í Parkini kristi himmalferðardag. Í fyrru hálvfinaluni vann Brøndby 1-0 á FCK, og tí hava teir fyrimunin. Hinvegin vann FCK trygt á teimum gulu, tá tey bara fýra dagar seinni hittust í superliguni. Avrikini í vár hava eisini verið betri hjá hvítu leyvunum enn gulu kappingarneytunum, og so er spurningurin, hvørt teir eisini klára at venda hesi uppgávuni.