Hvør skal gjalda ferðaseðilin?

Bjørt Samuelsen
Tingkvinna fyri Tjóðveldi
-----
Nógv kjak hevur í seinastuni verið, um hvørt tað skal gerast ókeypis at ferðast ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá hesir eru útgoldnir. Tað ber ikki til, at leggja bæði tunlar og strandfaraskip burturav undir fíggjarlógina, uttan at skatturin økist munandi.
Og tað ber so slettis ikki til, at tey á leið 14% av fólkinum, sum búgva á leysu oyggjunum, skulu vera tey einastu, sum í framtíðini gjalda fyri at ferðast til og úr meginøkinum. Hetta eru frammanundan tey øki, sum hava so nógv tær størstu avbjóðingarnar, bæði hvat viðvíkur fólkatali og vinnumenning.
Tí má ein fíggingarleistur fyri framtíðar útbygging og rakstur av samferðslukervinum finnast, har rímilig javnvág er ímillum brúkaragjøld og eina felagsfígging, vit øll gjalda.

Fíggingarleistur gerast
Og í mai í fjør samtykti Løgtingið júst hetta, at heita á landsstýrið um at seta eina faknevnd at gera uppskot til fígging av framhaldandi útbygging og viðlíkahaldi av samferðslukervinum. Hetta er tingmál nr 187/2010, sum undirritaða vegna Tjóðveldi legði fram.
Og í farnu viku samtykti Løgtingið eisini, at heita á landsstýrið um at gera eina frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast, har firðir og sund skilja. Eitt uppskot frá suðurøkisumboðunum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.
Vilji er sostatt til, at tað skal kosta nøkulunda tað sama fyri eina familju at ferðast millum oyggjarnar við skipi, sum at koyra ígjøgnum ein undirsjóvartunnil. Samstundis er semja um, at gera ein nýggjan og væl gjøgnumhugsaðan fíggingarleist, ið skal tryggja landskassanum tær inntøkur, sum eru neyðugar, skal tað yvirhøvur bera til framhaldandi at gera stórar og dýrar útbyggingar.

Einki fyri einki
Fyri framman liggja ætlanir um íløgur í samferðslukervið fyri omanfyri fimm milliardir. Eitt gott yvirlit fæst við at hyggja í “samferðsluætlan 2008-2020” hjá Landsverki. Vit vilja byggja undirsjóvartunlar, tunlar á landi, gera havnir og smíða strandfaraskip. Og tess størri og betri útbygt, tess meira skal gjaldast til rakstur.
Tað er tí órealistiskt, at øll ferðing ígjøgnum tunlar og fergur verður ókeypis. Tvørturímóti verður neyðugt at fáa til vega nógv fleiri inntøkur, skulu vit røkka settum málum um eitt nútímans ferðasamband í øllum landinum. Og tað krevur, at bæði lands- og kommunalpolitikarar hava vilja at taka avgerðir, sum ikki bara eru væl umtóktar.
Vit sleppa ikki undan, at tað eisini í framtíðini noyðist at vera ein kombinatión, har brúkaragjøld eru á sentralum pørtum av samferðslukervinum, umframt tann partin, sum verður at fíggjaður við avgjøldum á akførum og brennievni. Inntøkurnar frá hesum avgjøldum eiga tó at markast beinleiðis til samferðsluútbyggingar. Og, tað eigur at bera til, at gera eina felags gjaldsskipan fyri fergur, tunlar og møguliga nýggj bummgjøld – sum víst á í uppskotinum, sum samtykt varð í fjør.
At egna við ókeypis ferðslu, er at bera fólki blak fyri eyguni. Men, vit eru komin eitt stig víðari, við samtyktini at gera heildarætlan og fíggingarleist fyri framtíðar útbygging og viðlíkahaldi av tunlum og vegum. Og peningur til hetta arbeiði varð játtaður fyri 2012. Vónandi ber til at býta rokningina hampiliga kristiligt, tí eitt væl útbygt samferðslukervi stimbrar búskaparvøkstri, sum gagnar okkum øllum.