Tað er at kalla kríggj millum føroysku myndugleikarnar og Slovan Bratislava undan Champions League dystinum millum KÍ og slovakiska liðið í morgin. Ein hópur av spælarum situr í sóttarhaldi, meðan ein hópurin við eykaliðsspælarum er komin til landið, men fleiri teirra eiga at sita í sóttarhaldi í Bratislava.
Stóri spurningurin er nú, hvør ræður í Føroyum? Tað er ongin ivi um, at tað verður lagt eitt óhugnaligt trýst á føroysku myndugleikarnar, men tað kann illa verða nakar ivi um, at bæði tann fyrri og tann seinni hópurin hjá Slovan Bratislava, sum eru komnir til landið, eiga at sita í sóttarhaldi.
Bæði ítróttarliga, menniskjaliga og samfelagsliga er tað ein ólukka, sum í ringasta føri kann blíva ein vanlukka, um KÍ verður tvingað at spæla móti einum liðið, sum er ein smittuvandi. Í fyrstu atløgu, tí so skulu allir spælararnir hjá KÍ í sóttarhald, um ein spælari seinni fær staðfest koronu. KÍ skal spæla í antin Champions League ella Europa League í komandi viku – alt eftir hvussu gongst í hesum dystinum. Hartil er skaðin stórur fyri føroysku kappingina.
Mennsikjaliga kann skaðin blíva enn størri. Tað er bara at hyggja at forsíðuni á Sosialinum í dag, har Rannvá B. Andreasen, sum vit eisini kenna frá besta kvinnuliðnum hjá KÍ, fortelur um áhaldandi árinini av at hava havt koronu. Nógvir borgarar eru eisini avbyrgdir í hesum døgum, og tað verður torført at forklárar teimum, hví Slovan Bratislava skal sleppa at spæla, tá tað er ein smittuvandi.
Samfelagið hevur eisini sett ferðina niður og yvir túsund fólk hava sitið í sóttarhaldi seinastu vikurnar. Her eru fólk og fyritøkur, sum eitt nú hava mist nógvan pening við at halda seg heima. Føroysku myndugleikarnir hava tosað upp í saman um at virða tilmæli, og hvussu týdningarmikið tað er at fylgja leiðireglunum. Hvussu skulu tey virða tilmælini, um tað verður slakað við krøvunum til Slovan Bratislava?
Hetta er nakað, sum Shahin Gaini, serlækni í Infektiónsmedisin, eisini hevur sett spurnartekin við. Hann sigur, at vit missa alt trúvirði, um spælararnir hjá Slovan sleppa úr sóttarhaldinum.
- Um slovakar, sum nú sita í sóttarhaldi á Hotel Brandan, verða loystur úr sóttarhaldi í Føroyum, tí ein test nummar trý er negativ áðrenn 14 dagars sóttarhald er av, missa vit alt trúvirði millum teir túsund føroyingarnir, sum eru settir í 14 daga sóttarhald, og sum ikki sleppa úr sóttarhaldi, tí teir hava negativan test. Eg vóni tað enn eru føroyskir myndugleikar og farsóttarnevndin, sum ráða í Føroyum, og ikki UEFA, FSF, KÍ ella slovakiska liðið, skrivar Shahin Gaini.
Fútin gav í tíðindunum hjá Kringvarpinum í gjár greið boð um, at spælararnir hjá Slovan Bratislava ikki sleppa úr sóttarhaldinum.
- Sóttarhald er tvær vikur og tað er tvær vikur, og soleðis er tað fyri øll. Eisini tey, sum ferðast hertil. Tað er soleiðis vit hava valt at gjørt tað. Onnur lond velja at gera tað øðrvísi, men soleiðis eru reglugerðirnar í Føroyum, sigur Michael Bolsen, fúti.
Korona í hópinum
Undan fráserðini til Føroya bleiv korona staðfest í spælarahópinum og leiðarahópinum hjá slovakisku meistarunum. Her var talan um eitt lið av eykaspælarum, sum spældu, tí teir bestu skulu til Føroya at spæla Champions League fáar dagar seinni. Positiva koronatestin útloysti sóttarhald til allar spælararnar í hópinum til hendan dystin.
Tá hópurin við teimum bestu lendir í Føroyum verður fysioterapeuturin hjá Slovan Bratislava testaður positivur fyri koronusmittuna. Tí mátti allur hópurin í sóttarhald. Síðani bleiv rokaligt og tað endaði við, at evropesiska fótbóltsamgongan, UEFA, tók avgerð um at flyta dystin frá mikukvøldinum til fríggjdagin, og Slovan Bratislava fekk møguleika at manna liðið av nýggjum – tó uttan spælararnar í sóttarhaldi á Hotel Brandan.
Í morgun kom so ein nýggjur hópur av spælarum, men fleiri nøvn ganga aftur frá dystinum í Slovakia, sum útloysti sóttarhald. Slovakiska landskappingin er enntá fyribils steðga av hendingini. Nú er ætlanin, at hesir spælararnir skulu spæla móti KÍ í Klaksvík, sjálvt um teir leygardagin hava spælt saman við einum spælara, sum hevur fingið staðfest koronu.
Hetta er boðað frá til landslæknan og farsóttarnevndina, sum í kvøld hevur havt fund um málið. In.fo skilir, at tað er eitt stórt trýst lagt á føroysku myndugleikarnar um at slaka karvið um sóttarhald. Bæði í fyrra og seinna førinum. Michael Bolsen, fúti, hevur í samrøðu við Kringvarpið sagt, at tað er ongin møguleiki fyri at fyrri hópurin, sum er kom til landið mánamorgunin, sleppur úr sóttarhaldinum.
Tað er áhugavert, at vit nú eru farin um midnátt og einki svar er komið upp á koronaroyndirnar hjá Slovan Bratislava. Liðið hevur ikki vant í Klaksvík í kvøld, sum annars er vanligt. Í kvøld hevur farsóttarnevndin havt fund, men sum skilst er fundurin niðurlagdur uttan eina avgerð, og verður uppafturtikin tíðliga í morgin.
Eftir stendur so stóri spurningurin. Hvør ræður í Føroyum?