Sjúrður Skaale boðaði frá, at hann meldaði seg úr tjóðveldi, tí hann var grundleggjandi ósamdur við førda politikkin stýrdur av leiðara floksins.
Við seinasta løgtingsval var Sjúrður millum toppskorðararnar. Tað má skiljast soleiðis, at veljararnir høvdu álit á honum!
Bogi Andreasen hevur nú boðað frá, at hann tekur seg úr tjóðveldi, tí hann er so ósamdur við førda politikk floksins stýrdur av leiðara floksins.
So vítt kunnugt var Bogi toppskorðari hjá tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavn seinast.
Hetta má væl skiljast soleiðis, at veljararnir høvdu álit á honum.
Sjálvur seti eg mær spurningin: Hví gera hesir persónar soleiðis?
Ivist ikki í, at báðir eru loysingarsinnaðir. So tað má vera sosialistiski politikkurin, ið hesir ikki vilja vera við til at styðja og gjøgnumføra.
Javnaðarflokkurin hjá Sjúrði hevur jú slept sosialistisku linjuni, tá Jóannes Eidesgaard boðaði frá á sinni, at "klassastríðið" er ein farin tíð!
Bogi hevur havt fleiri greinar í bløðum og portalum um, at privata initiativið eigur at hava rúmar ræsur, so vinnulívið megnar at breyðføða landið!
Nú rekur onkur tjóðveldismaður framundir, at javnaðar- og fólkaflokkurin trola inni í tjóðveldi fyri at fáa valevni-atkvøður!
Eg vóni ikki, at so framstandandi tjóðveldismenn sum Sjúrður og Bogi uttan nakað lata seg fanga av nøkrum "troli" hjá øðrum, men heldur er her talan um innanhýsis trupulleikar hjá tjóðveldi við sínari leiðslu og ideologi!