Valstríðið til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu nærkast endaspurtinum, og er sera gleðiligt at síggja valevnir úr næstan øllum flokkunum lova hægri normering; undrunarvert og álitisvekjandi, at serliga úr flokkunum hjá núverandi býráðs meiriluta verður lovað, at NORMERINGIN á barna- og ungdómsøkinum skal hækka. Hava hesi valevnir ikki álit á sínum egna meiriluta á Vaglinum? Tað tykist ikki soleiðis, og síggi eg tað sum eitt misálit á sín egna meiriluta.
Fyri minni enn einum ári síðani, á býráðsfundi 30. oktober 2019, tá forkvinnan í mentamálanevndini segði, at økið flýtur og eingin stýring er; tók meirilutin við minst møguligum meiriluta undir við, at økja um umsitingina, samstundis sum eitt súrepli bleiv játtað hvønn dag til hvønn einstakan á barna- og ungdómsøkinum. Hetta hongur ikki saman, og er ein láturlig virðing, ið er víst teimum dugnaligu starvsfólkunum á námsfrøðiliga starvsøkinum í kommuni.
Tað er eingin samanhangur í lyftunum frá núverandi flokkunum í meirilutanum og veruleikanum seinastu árini. Øll við áhuga fyri økinum vita, hvussu raðfest hevur verið seinastu fáu árini. Samstundis vita nærverandi fólk við áhugað fyri økinum, sum hvønn dag arbeiða við børnum og ungdómi, at raðfestingarnar seinastu árini, m.a. hava útviklað seg til strongd, ónøgt, flýggjan og niðurgerðan av starvsfólkum. Raðfestingarnar seinasta valskeið eru minst líka ringar, sum manglandi raðfestingarnar síðani aldarskiftið. Ongantíð – nei ONGANTÍÐ, er barnatalið í Tórshavnar kommunu vaksið so nógv sum seinastu 4 árini, og er EINGIN SAMANHANGUR í øktum arbeiðstrýsti, væntaðum krøvum, øktari fyrisiting og manglandi uppraðfesting av normeringini til allar námsfrøðingarnar og hjálparfólkini í kommununi.
Eg vil fegin verða við at uppraðfesta normeringina, tað havi eg sagt og skriva fyrr – og EG MEINI TAÐ; les um tað her. Einsamallur kann eg einki, og tað er saman við borgarunum í kommununi og við ágrýtni, vilja og góðum samstarvi í býráðnum, at avgerðin at hækka normeringina verður tikin!
Bjarni Beder,
valevni á býráðsvalinum 2020