Tað fær meg at svara aftur við hesum lesarabrævi. Eisni verður ivi spottur um, at tað skal kallast "Hotspots" ella bara internetsamband osv. Eg brúkti annars orði "Hotspots" til býráðsvali í 2008.
Mær vitandi bæði skrivaði eg og brúkti eitt hav av pengum til býráðsvalið 2008 upp á mínar hotspotsætlanir, og eg havi arbeitt miðvíst við hotspotsætlanini tí síðani tá og geri tað framvegis. Tað føli eg sum mína politiska skyldu, so einfalt er tað.
Vitandi um, var málið fyri í fíggjarnevndini og á býráðsfundi í mars 2009 og aftur í mars 2010. Har eg ynskti at fáa "hotspots til býarbókasavnið" í Havn og til ferðandi. Síðani hevur hotspotsmálið verði næstan á hvørjum samgongufund í 2 ½ ár. So tað verður arbeitt við øllum kreftum við hesum valsignaða ”hotspotti”
Síðani málið var til viðgerðar í býráðnum í mars 2009, hevur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu arbeittt víðari við mínari ætlan og við at fáa hotspottar uppsettar ymsastaðni í Havn. Men, umsitingin hevur fingið noktandi svar uppá tað mesta av okkara ætlanum frá Innlendismálaráðnum, men enn livir vónin um betri KT-tænastu til okkara fólk.
M.a. sigur Innlendismálaráði soleiðis í skrivið til umsitingina hjá Tórshvnar kommunu ” At bjóða sokallað tráleyst- net sokallað hotspottar til ferðandi vildi teir ikki, tí hetta er brot á kommunulógina og ger missmun millum fólkið í kommununi. Um td.henda skipan fór at virka í miðbýnum ella niðri við Vágsbotn og kanska ikki í Norðadali ”.
Innlendismálaráði sigur víðari at um ”Um bert nøkur økir av Tórshavnar kommunu fáa henda møguleika, so er tað missmunur fyri hinar partar av kommununi, sum ikki kunnu fáa bjóða hesa somu internet tænastu”.
Hin parturin sum Innlendismálráði er í móti er, ”at kommunan fer at koma inn á privat virksemi um tað gjørdis ókeypis internet og sama er galdandi um komunan bjóðaði tænastuna út og tók pening fyri tænastuna ”. So her var ikki so nógv at gera hjá mær og mínari umsiting.
Siðani hevur umsitingin arbeitt við ymiskum møguleikum og ger tað framvegis saman við okkara góðu KT-deild. Ja, fyrsta hotspotti kom til Býarbókasavnið í juli 2010 og nú verður tilboði á býarbókasavninum útbygd, við nýggjum lokalitetum og fleiri teldum og aðrari skipan og har verður eisini ein café. Umbyggingin av býarbókasavninum verður eftir ætlan tikið alment í nýslu 1. apríl 2011.
Tað ber til at hava ”hotspottar á býarbókasavninum í Havn, tí tey hava eina slíka tænastu, har tað krevst internetsamband til brúkaran. Hetta kenna vit eisini í okkara grannalondum, at almenn bókasøvn hava eina sokallað hotspotsskipan.
Í okkara samgonguskjali millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin í hesum valskeiði, er eitt av okkara høvðusendamáli, at arbeiða við " nýggjum tætttum" og tað er har vit eru her, við at geva okkara borgarum eina betri tænastu innan KT og við tráleysum WIFI hotspotti. Hetta verður nú bara alment staðfest á býarbókasavninum 1. apríl 2011 og longri er søgan ikki.
Annars fari eg í næstum at almannagera øll skjøl um hotspotsmálið. Bæði samtyktir og svarið frá Innlendismálaráðnum og tað ber eisini til, at søkja um alment innlit um onkur skuldi ivast.
Restin er upp til veljaran, at gera av hvør eigur æruna ella ikki , tað er líka mikið fyri meg, tí eg arbeiði við hotspotsmálinum allatíðina. Men, tað fløvar at nú kemur bæði fokus og gongd á málið. So okkurt hendir hóast alt, nú býráðsvalskeiði er meir enn hálvrunnið.
Men eg kundi ynskt, at mín góða bygdakvinna Annika Olsen landsstýriskvinna á økinum, hugdi nærri eftir kommunulógini hesum viðvíkjandi. Tí, talan er ikki at kommunan skulu yvirtaka nakað privat, men heldur hinvegin gera betri tænastur fyri borgaran á KT-økinum.
Heldur burdi kommunur og tað privata kunna fingið loyvið til at arbeitt meira saman á hesum øki. Tí talan er ikki um at yvirtaka nakað fiskavirki frá kommunalari síðu. Nej, talan er bert um betri kor, betri fordeiling, greiðari linjur millum land og kommunu á økinum. Her er kommunulógin alt ov stirvin og ikki nútíðarhóskandi.
Tað er ikki serliga hugaligt at lokka ferðandi og ungfólk til land okkara, tá ið vit eru so aftaliga á økinum. Vit vita jú, at tað eru tey ferðandi og tey ungu sum hava brúk fyri slíkari tænastu, men sjálvandi ikki bara tey.
Men tann størsti brúkarin á KT-økinum eru tey ungu. Hetta ger seg eisini galdandi á býarbókasavninum í Havn í dag, har tað er mær upplýst, at tey sum brúka mest teirra hotspotskipan eru tey ferðandi, sum koma til høvðusstaðin og ungdómarnar á staðnum. Tað sigur bara, at tørvur er á slíkari almennari hotspotsskipani.
Heldur hinvegin fáa vit fólkaminking um vit ikki fylgja við og fylgja uppá tey virðir og tørvir sum ein nýmótans samfelag skal hava. Tí má kommunulógin endurskoðast i mun til økini millum land og kommunu. Soleiðis at alt ikki er so svart ella hvítt.
Men tíbetur eru glottar at hóma hóast alt á KT økinum við atliti til tænastur til borgaran. Eitt nú eru glottar á okkara almenna Landssjúkrahúsið, sum til alla gleði hevur havt hotspots til sjúklingar og vitjandi, nú í nøkur ár. Men enn er langur vegur á mál.