Í farnu viku skrivaði eg eina tíðargrein í Sosialin um støðuna hjá Elfelagnum SEV. Hetta gjørdi eg, tí eg metti tíðindaflutningin kring SEV-málið um høgtíðina at hava verið í so einsíðugan og eisini ov negativan ímóti teimum, sum manna nevnd og leiðslu í SEV.
Men hóast varligar orðingar, hevur tíðargreinin fingið so ilt í borgarstjóran í Havn, at tað er rættiliga undrunarsamt og fær ein at hugsa, um maðurin kennir sviðan av onkrum, sum hann kanska hevur forsømt.
Hetta kemur týðiliga til kennar í svari hansara, har hann í svari sínum ikki færri enn 10 ferðir nevnir meg við navni og haraftrat 6 ferðir sum borgarstjóra. Harvið hevur hann gjørt hetta málið persónligt.
Eitt slíkt mál er alt ov týðandi og stórt til at verða gjørt so persónligt, sum hann í sínari grein ger, tí noyðir tað meg at gera vart við tann arbeiðshátt, sum hann í hesum máli lutvíst hevur brúkt.
Arbeiðið fer ikki
fram í miðlunum
Formaðurin í KSF hevur fleiri ferðir verið at sæð og hoyrt í flestu miðlum um hetta mál, har hann frítt hevur kunnað úttala seg.
Tað hevði tænt formanninum til sóma, um hann brúkti minni tíð og orku upp á miðlarnar og meira uppá at umrøða málið við limirnar í KSF – serstakliga um hann veruliga hevur eitt so stórt ynski um at fáa meiriluta í SEV fyri sínum sjónarmiðum.
Haraftat er vert at undirstrika, at Tórshavnar Býráð – eins og allar aðrar kommunur – hevur sítt egna umboð í nevndini og skuldi havt allar møguleikar at verið betur ílatin. Tað er sjáldan heppið, tá ið tað formliga rætta bindiliðið millum kommunu og stovn verður umlopið, tí tað er har, at arbeiðið av røttum eigur at fara fram.
El-prísurin rokning
fyri seinastu árini
Seinastu tíðina hevur verið larmað nógv um økingina av el-prísinum hjá SEV, og havandi í huga støðuna hjá mongum borgarum og virkjum er nógv av tí væl skiljandi.
Men í hesum føri er støðan bara tann, at SEV seinastu tvey árini í tveimum umførum er blivið forðað av Elveitingareftirlitinum til at gera avmarkaðar príshækkingar.
Samstundis hevur SEV seinastu árini bæði planlagt og lutvíst framt í verki íløgur, og tað er lutvíst rokningin fyri hesar íløgur, sum gera, at tað ikki ber til at sleppa undan príshækkingum.
Eitt nú legði SEV í 2008 fram eina 10 ára ætlan.
Eisini tá var Heðin Mortensen bæði borgarstjóri og formaður í KSF, og tað er tí ikki rætt, sum hann skrivar, at “útbyggingarætlanir fyri hundraðtals milliónir eru lagdar, uttan at vit sum eigarar hava fingið neyðugar upplýsingar”.
Ella hevur onkur kanska sovið í tímanum í 2008?
Sostatt hava høvini verið mong til at taka henda spurning upp av álvara í KSF, men mær kunnugt er tað ikki hent fyrr enn dagin fyri eykaaðalfundin hjá SEV.
Ein ætlan er
bert ein ætlan
Sum nevnt hevur SEV í 2008 lagt fram eina íløguætlan, sum mær upplýst javnan hevur verið frammi á fundum í SEV og eisini alment, uttan tó at kommunurnar hava viðgjørt hesa í mun til áseting av el-prísinum.
Her má havast í huga, at hetta ikki er ein endalig samtykt, ið er óbroytilig, men er bert ein ætlan, sum bæði leiðsla í SEV og eigararnir (kommunurnar) leypandi kunnu viðgera og samskifta við nevndina um at gera broytingar í.
Tí er óbúgvið at skapa øsing í miðlunum, so sum Heðin Mortensen nú ger, men heldur siðilig viðgerð og samskifti millum røttu myndugleikar.
Tað VAR í
tólvta tíma
Heðin Mortensen skrivar, at teirra “heimaarbeiði er gjørt. Fyri langari tíð síðan”.
Um hetta veruliga er satt, so undrar tað meg, at Heðin Mortensen, sum formaður í KSF ikki tók málið um príshækkingina upp við hinar eigararnar í KSF fyrr enn tann 26. november 2010, tvs. dagin fyri eykaðalfundin hjá SEV tann 27. november 2010.
Sostatt stendur tað púra fast, at hetta málið VARÐ tikið upp í KSF í tólvta tíma, og tí hevði tað ikki verið møguligt við skili at gjørt sparingar í 2011 so seint, hvørki upp á 40 mió., sum uppruna uppskotið legði upp til, ella upp á 20 mió., sum broytta uppskotið ljóðaði uppá.
Eg havi hug her at leggja aftrat, at SEV ikki fyrr enn hálvan november fekk svar frá Elveitingareftirlitinum um loyvið til at hækka prísin. Tí hevði tað verið áhugavert at fingið at vita, hvørji tøl, ið grannskoðarar, løgfrøðingar og onnur fakfólk í umsitingini hjá Heðini hava arbeitt við “fyri langari tíð síðan”.
Kommunurnar
hava ALLA ábyrgdina
Tað er ikki bara partvíst rætt at kommunurnar hava ábyrgdina av SEV, sum Heðin Mortensen skrivar – nei, kommunurnar hava alla ábyrdina, tí vit eru einastu eigarar av Elfelagnum SEV.
Hinvegin undrar tað meg, at Heðin Mortensen í skrivi sínum orðar seg soleiðis, at “vit skulu hava tamarhald á ... hugsunarháttinum hjá SEV”.
Sum eg eisini førdi fram í tíðargrein mínari, so krevur SEV eisini at taka til sín tær viðmerkingar, sum eigararnir føra fram – eingin ivi um tað – men tað er ikki serliga konstruktivt, tá ið ein borgarstjóri og formaður í KSF hevur eitt slíkt útgangsstøði. Neyvan leggur hetta upp til ein góðan dialog.
Samhaldsfesti
í SEV í vanda?
Eitt av slagorðunum hjá Heðini Mortensen í kjakinum um prísirnar hjá SEV er, at tann vanligi borgarin ikki hevur ráð til so ógvusligar príshækkingar, og sjálv kann eg bara taka undir við, at vit gera okkara besta til at halda el-prísin so lágan, sum yvirhøvur tilber.
Hinvegin hongur argumentatiónin hjá borgarstjóranum ikki saman, tí samstundis hevur hann á aðalfundi í SEV ført fram, at Tórshavnar Kommuna sum stórur kundi í SEV eigur at fáa avsláttur, tvs. bíligari streym enn eitt nú vanligi borgarin fær. Hatta uppskotið er eisini langt frá hugtakinum um SEV, sum er samhaldsfast. Eg kann ikki trúgva, at borgarstjórin í høvuðsstaðnum vil at vanligi borgarin og hart sperdu virkini skulu gjalda hægri el-prís enn kommunurnar.
Aðalfundurin
ikki so greiður
Í skriving sínari førir Heðin Mortensen fram, at á fyrra eykaaðalfundinum stutt áðrenn ársskifti fingu “leiðsla og nevnd í SEV .. at vita, at hon skuldi koma við einari endurskoðaðari fíggjarætlan uttan ógvusliga príshækking á streyminum”, og víðari sigur hann, at “kortini gjørdi SEV einki”.
Her endurgevur hann nakað, sum ikki er samtykt á aðalfundi, tí samtyktin var soljóðandi: “Skotið verður upp, at støðutakan til uppskot til fíggjarætlan fyri komandi ár verður útsett til nýggjan eykaaðalfund, sum verður at halda seinni í inniverandi ári við tí endamáli at viðgera uppskot av nýggjum”.
Leiðsla og nevnd hjá SEV fingu boð um at endurskoða fíggjarætlan, men, sum tað framgongur, legði uppskotið ikki nakrar treytir við. Hetta var meiriluti fyri, tí tey hildu ikki at tað kundi skaða at hyggja tølini ígjøgnum enn einaferð.
Hvør vísir ábyrgd?
Tað er púra greitt, at Heðin Mortensen við síni vælgjøgnumførdu fjølmiðlaherferð roynir at mála eina svart-hvíta mynd av støðuni, har tað sær út sum um, at tey, ið atkvøddu fyri fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2011, vilja hava hægri el-prísir, men hetta er als ikki so.
Eingin skal ivast í, at eg – eins og allir aðrir borgarstjórar í landinum – eri sera hørm um hesa seinastu hækkingina av el-prísinum, men sum nevnt bar í hesum føri ikki til at umgangast hesa príshækkingina vegna tær íløgur, sum ERU gjørdar hesi síðstu árini, og als ikki á tann hátt, sum lagt varð upp til á eykaaðalfundunum hjá SEV beint áðrenn ársskiftið.
Nei, Heðin Mortensen. Kommunurnar, sum atkvøddu fyri fíggjarætlanini, renna ikki undan ábyrgd, men taka ístaðin ábyrgd, heldur enn at larma í miðlunum uttan at tað ber til við reellum tillagingum.
Heldur savna enn
spjaða kreftirnar
Nú verður framhaldandi arbeitt á røttum staði og undir skipaðum viðurskiftum – saman við nevnd og leiðslu í SEV – fyri mest møguliga at umgangast framhaldandi príshækkingar av el-prísinum.
Samstundis mugu vit eisini arbeiða fyri at økja ta varandi orkuna, tí vit skulu minnast til, oljuprísirnir hækka alsamt, og har umgongst heldur ikki at gera íløgur tey komandi árini.
Ein týðandi partur av uppgávuni hjá einum leiðandi politikara er at savna kreftirnar í samfelagnum. Heldur enn at øsa fólk ímóti hvørjum øðrum eiga vit sum eigarar av SEV at skipa fyri einum konstruktivum samstarvi við teir persónar, sum eru valdir at kommununum at leiða SEV.
Um tað eydnast, soleiðis at flestu partar draga somu línu, fara vit heilt víst at fáa tað best møguliga úrslitið – bæði í mun til grøna orku og el-prísin komandi árini.
Klaksvík, 10. januar 2011