Hvør hevur ábyrgdina av skúlanum við Áir?

Óli J. Poulsen

Til avvarðandi myndugleikar, hvør tað so er.
Eg havi roynt at kanna hvør er hægsti myndugleiki. Eg havi fingið at vita, at tað er Kristina Larsen, hon er farin í orlov, rýmd frá eini søkkandi skútu, ið hon sjálv hevur borða hol í. Næst henni er stýriforkvinnan Doris Hansen, hon greiðir mær frá, at skúlin byrjar aftur mánadagin tann 30. august 2004. Hon hevur lova mær bræv, ið váttar hetta, eg havi nú bíðað í næstan tríggjar vikur, men einki bræv er komið enn.
Hon hevur sagt, at teir komu lærarnir koma at virka sum áður, eg havi spurt meg fyri, teir siga at teir einki vita enn, tað eru bert fáir dagar eftir til mánadagin, umt að er mánadagin 2004 ella 2005 ? hvør veit.
Øssur av Steinum bleiv ákærdur millum annað at hava tikið næmingarnar til gíðslar, hvør hevur nú tikið okkum til gíðslar?
Mín spurningur er nær byrjar skúlin við Áir aftur, hvør verður skúlastjóri og hvørjir lærarar verða?