Hvør er Svartiper í Klaksvík?

Fólkaflokkurin í Klaks­vík­ar býráð – tey eru øll tey fimm, sum eru í and­støðuni – hava sent bý­ráðs­meir­i­lut­a­num bræv. Meir­ilutin er Tjóðveldi, Javn­að­ar­flokkurin og Sjálv­stýr­is­flokk­urin. Í brævinum heita tey á býráðsleiðsluna um at skipa fyri, at býráðið fær ein fund í lag við leiðsl­una á Klaksvíkar Sjúkr­a­húsi.

– Tað tykist sum at á­­gang­­ur­in á sjúkrahúsið bara øk­ist, og kunnu vit sum bý­ráð ikki sita og hyggja at, í­m­eð­an lands­mynd­ug­leik­ar­nir niðurlaga sjúkra­hús­ið í Klaksvík.

Men borgarstjórin skjýt­ur aftur við skørpum, og biður tey fimm fólka­floks­fólk­ini í Klaksvík venda sær til síni egnu 12 fólk, sum Fólkaflokkurin hevur á tingi og í landsstýri.

– Tað er undarligt, at Fólka­flokk­urin í Klaks­vík skjýt­ur eft­ir bý­ráðs­leiðsl­uni, tá ið teirra egnu fólk eru við til at skerja virk­sem­ið á Klaks­víkar Sjúkrahúsi og forða fyri neyðugum út­bygg­ingum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Fyrst og fremst vil eg stað­festa, at Klaksvíkar bý­ráð er í støðugum samskifti við bæði leiðsluna á Klaks­víkar Sjúkrahúsi og lands­stýr­is­mannin í heilsumálum um Klaks­víkar Sjúkrahús. Vit gera nakað við støðuna, og vit verða við í komandi loys­num, sigur hann og leggur afturat:

– Hetta gera vit, hóast vit onga ábyrgd hava av rakstri, íløgum ella útbyggingum. Men vit ásanna týdningin, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fyri lokaløkið, og vit vilja viðvirka til, at karmarnir hjá lokala sjúkr­a­hús­i­num verða so góðir sum gjørligt.

– Hinvegin undrar tað meg stór­liga, at Fólkaflokkurin í Klaks­vík brúkar tíð og orku upp á at venda kanónunum ímóti býráðsleiðsluni. Fólka­flokk­ur­in situr sterkur í lands­stýr­is­sam­gong­uni, sum nú er við til at skerja virksemið á Klaks­víkar Sjúkrahúsi og forða fyri neyð­ugum umvælingum og út­bygg­ing­um.

Fólkaflokkurin hevur 9 løg­ting­fólk og 3 landsstýrisfólk, og tað eru hesi, sum bert vilja geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi 15 mill­i­ónir krónur til útbyggingar. – Eg haldi, at fólkafloksfólkini í Klaks­vík heldur áttu at arbeitt og ávirka síni egnu fólk, sum veru­liga hava ábyrgd á økinum, held­ur enn at skjóta eftir bý­ráðs­leiðsl­uni í Klaksvík.

Sambært borgarstjóranum, so er hevur hetta landsstýri – eins og so mong onnur lands­stýri – ilt við at játta pengar til út­bygg­ingar í Klaskvík og vísir á, at í Havn skal ein hálv milliard brúk­ast til Landssjúkrahúsið og ein onnur hálv
milliard til skúl­a­depil.

– Eg vil við hesum heita á Fólkaflokkin um at venda kan­ón­unum ímóti sínum egnu, sum sita við ábyrgd og ávirkan í Havn, og eg kann samstundis vissa øll um, at Klaksvíkar Býráð vil aktivt og áhaldandi við­virka til, at umstøðurnar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi verða betraðar, sigur Jógvan Skor­heim, borgarstjóri.