Hvør er kristin?

Mourits Mohr Viderø
--------

Kært barn har mange navne: Frelstur, føddur av nýggjum, endurføddur, trúgvandi, Jesu lærusveinur, komin við, umvendur, náðaður syndari, Guds barn, ja vel sjálvur/sjálv.
Eg vil siga, at tað at blíva frelstur, fyri at velja eitt heiti, út frá Bíbliuni og av egnum royndum má koma frá Gudi fyrst og fremst.
Tú má fara ígjøgnum eina tíð, dagar, vikur, mánaðir ella ár, har tú er kallaður av Gudi til frelsu. Ein ófriður innaní tær um lívið aftan á deyðan. Hvar endi eg?
Tú má hava hoyrt evangeliið um Jesus, og sæð teg sum ófullkomnan uttan Jesus, men náðaðan gjøgnum Jesus. Og tað er bara Gud, sum kann opna henda sannleikan fyri tær.
Tín partur er at trúgva tí, velja tað, sum Gud vísur tær gjøgnum Sítt orð: Bíbliuna og gjøgnum tey, sum tala Guds orð ella vitna um Hann.
Mín egna roynd er, at eg var so sterkt kallaður av Gudi, at eg tonkti als ikki um alt eg skuldi leggja av, og gevast við, og um hvat onnur fóru at siga, um eg fór at klára alt hetta, hvat við vinunum, og allir hesir klassikarnir.
Gud málaði Jesus so tíðuliga fyri mær, at Hann - Jesus - var loysnin, at eg vildi hetta bara so nógv, sum man kann hugsa sær. Og nakað væl afturat.
- Lat meg bara siga tað beinanvegin: Jesus var, og er loysnin, og tað so grúðuliga og ógvuliga nógv meir enn eg hugsaði. Ja, eg minnist ikki ein gang, hvussu nógv eg hugsaði um hvussu tað fór at verða. Eg vildi bara verða tryggur, og tað skjótast gjørligt. Nå aftur til har eg kom til.-
At greiða frá hvussu lívið er saman við Jeusus, er ómøguligt at gerða við menniskja orðum. So stórt og langt oman fyri okkara vit er tað. So ein sovorðin roynd hjá mær er bara ein lítil biti av tí heila. Tað kann bara fatast um ein sjálvur er frelstur.
Og har en nemliga ein av fylgjunum av at verða føddur av nýggjum: Ein nýggj verð byrjar, tú kemur inn í eina nýggja dimentión. Wow, tað passar. Eg eri har nú.
Tú kemur frá trúgv nærmast til skoðan, vil eg pástanda.
Friður; hvør vil ikki uppliva frið. Ein túr út í náttúruna, langt burt frá øllum larmi. Burt frá tí stressaða degnum. Burt frá tí fíggjarliga trykkinum, sum hongur yvur einum sum ein tung byrða. Burt frá einum stressaðum arbeiði.
Bara hoyra fuglasang, og áartutl. Bara frið.
Men tann friðurin varðar ikki longur, enn til vit eru í øllum tí stressandi aftur.
Her er ein av fylgjunum, sum eitt lív saman við Jesusi gevur: Frið. Ein varandi frið. Ein frið við varðandi fuglasangi og áartutli. Frið fyri tí dagliga. Ein friður, sum yvurgongur alt vit. Frið, ikki sum heimurin gevur, men frið Jesusar, sum skriva stendur.
Tað ræður um at halda seg nær Jesusi, so tætt sum møguligt. Tað kann ikki sigast ov ofta: Halt teg tætt at Jesusi, bið, les orðið, kom saman við teimum trúgvandi.
Bara við at skriva hetta verði eg upplyftur, líkasum nærri Jesusi.
Og hvør vil ikki tað. Hann, sum elskaði við tí rætta kærleikanum, Agape, sum ikki krevur nakað afturfyri. Jesus, sum gav seg í deyðan fyri okkum øll, fyri at vinna okkum frælsi. Ikki frælsi frá Danmark, ella onkrum sovornum, men frælsi frá syndini, sum hongur so tung yvur menniskjanum, um tey vita tað ella ikki. Tí tað, sum tyngjur menniskja er syndabyrðan, samvitskan. Og alt hetta barð Jesus upp á træði. Hann kann seta ein og hvønn fríðan frá tyngd og skuldarkenslu.
Hann gjørdi tað fyri meg, og Hann kann eisini gerða tað fyri teg. Bara tú vil.
At verða kristin, er at fylgja Jesusi eftur, hava valt Hann sum nummar 1.
Kristin gjøgnum allar tíðir eru blivin forfylgd, og nógv heilt til deyðan.
Ikki uppliva vit tað stóru forfylging her á landi, men tað kann koma. Tann kristni má vera klárur til andaligan bardaga, og uttan at halda seg tætt at Jesusi, koma vit ikki at verða standandi.
Óansað hvat øll tey klókastu menniskjuni í hesum heimi siga, so er Jesus svarið uppá alla heimsins neyð og elendigheit.
Líkasum menniskja ongan varandi og veruligan frið kann fáa uttan Jesus, verður ongin friður í heiminum uttan Jesus, friðarhøvdingan.