Hvør er Gepetto ?

Hevði Montesquie vitað seg aftur í verðina, nú nakrir makrelar í Norðurhøvum eru vorðnir orsøkin til, at hansara grundsjón um fólkaræði, tríbýtið av samfelagsvaldinum, er kollapsað í Føroyum, hevði hann helst roterað nakrar ferðir í grøvini. Kommandovegirnir eru niðursmeltaðir, leiðsla er ongin og hvør ger nú bara sum hann ella hon heldur vera frægast. Táið demokratisku bardúnurnar slitna, er anarki´ið einasti eftirverandi farvegurin

Sambært einum avsendaraleysum tíðindaskrivi, sum er endurgivið í fjølmiðlunum ídag, hevur eitt kollektivt landsstýrið útdelegerað einum vanligum tingmanni heimildina til, at samráðast við norska forsætisráðharran av nýggjum, um tragiska býtið av nýásettu makrelkvotuni í Norðurhøvum á 36 túsund tons. Sum øll vita, endaðu endaligu samráðingarnar fyri viku síðani, millum fiskimálaráðini í londunum báðum, við, at norðmenn struku avstað við bróðirpartinum, nevniliga 85%´um av kvotuni.

 

Fyri at repetera gongdina í málinum, stutt, skal sigast, at Noreg og Føroyar á einum fundi í London 31. oktober 2008 sáttaðust um, at áseta sær eina nýggja makrelkvotu, umframt nationalu kvoturnar í strandalandaavtaluni, fyri harvið at gera eina mótsókn til autonomu kvotuna, sum ES-londini einvíst hava ásett sær sjálvum í Biscaya víkini. Hvørgin parturin ger nakað við málið, fyrrenn vanligu tvílandasamráðingarnar um sínámillumrættindi byrja í Havn 7. januar í ár. Norðmenn fatla tá hesa nýggju kvotuna uppí samráðingarnar, krevja sama býtið at galda sum í gomlu ónøktandi strandalandaavtaluni, og táið føroysku samráðingarfólkini ikki kunnu góðtaka ultimativa kravið frá norðmonnum, slitna samráðingarnar dagin eftir. Norska sendinevndin rýmir frá borðinum og fer av aftur landinum. Flakatrolararnir, sum eru byrjaðir fiskiskap eftir vanligu roll-over skipanini, verða tiknir gíslar, og nú vóru góð ráð dýr.

 

Trýst kemur á skipanina, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heitir á uttanlandsnevnd løgtingsins um at fáa eina ráførslu um málið. Bráðliga kemur undan kavi, meðan nevndin tekst við at greina málið, at Vestergaard longu hevur biðið norðmenn um nýggjar samráðingar, og landsstýrismaðurin, sum ivaleyst longu hevði innlivað seg í norsku argumentini, svølgt tey við høvdi og gørnum, staðfest var eisini sama kvøldið, sum nevndin kom við sínari niðurstøðu, í Degi og Viku, at hann ætlaði sær at kíka norska kravið um, at føroyingar bara skuldu fáa 15% av nýggju makrelkvotuni, harvið kann endamálið við ráðførsluni bara hava verið, at turka komandi soltna úrslitið upp í skjúrtufaldin á uttanlandsnevndini, tað ráddi bara um at legitimera ússaligu og frammanundan accepteraðu samráðingarloysnina onkustaðni í politisku skipanini. Nú tað skuldi leverast á røttum staði, ráddi um at tveita ábyrgdina frá sær. Uttanlandsnevndin var tó meira vakin, enn kalkulerað var við á bonaðu gólvunum á Heykavegi 6.

 

Niðurstøðan hjá uttanlandsnevndini er eitt greitt misálit á samráðingina hjá Vestergaard & Co. Hon mælir nevniliga til, at hetta álvarsmál beinanvegin verður lyft upp á eitt politiskt stig. Tað merkir, at annaðhvørt uttanríkisráðharrin ella løgmaður skuldu taka sær av málinum, og taka tað upp á hægsta stigi við sínar javnbjóðis kollegar í Noregi.

 

Hetta forðar tó ikki landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í at senda sínar teknar til Keypmannahavnar fyri at hitta norðmenn av nýggjum. Makrelbýtið er samsvarandi heimasíðu ráðsins ordnað frammanundan, og táið valaliðið úr Føroyum sessast við borðið í ríkisins metropoli, eru eini 13 túsund tons av makreli longu forerað burtur, við landsstýrismansins vælsignilsi. Beint ímóti tí, sum ein samd uttanlandsnevnd hevði mælt honum til. Málið gerst sjálvandi brandaktuelt av nýggjum, eftir hetta, tó at tey flestu allíkavæl mundu halda, at tað endaði, táið løgmaður akslaði síni skinn við landsstýrismannin í sjónvarpinum, har hann rósti viðkomandi upp til ský, fyri eitt framúr gott samráðingarúrslit. At gingið var diametralt ímóti parlamentarisku nevndini, sum var biðin um góð ráð, tóktist ikki at nerva landsins oddvita nevnivert. Burtursøplanin av einum árligum avreiðingarvirði á 100-150 milliónir krónur tíansheldur.

 

Sama dag sum ein skrivligur fyrispurningur frá undirritaða, um málið, varð konfirmeraður í Løgtinginum, fær málið tó eina heilt nýggja realpolitiska vend. Tilsýnilátandi ein teatralsk ella kanska rættari - ein tragikomisk snaring. Krúnprinsurin, og harvið komandi formaður Javnaðarfloksins, sum enn bara er ein vanligur tingmaður, hevur samsvarandi óundirskrivaðum tíðindaskrivi, fingið útdelegerað eitt mandat, frá einum kollektivum landsstýri, til at tosa við norska forsætisráðharran, Jens Stoltenberg, um føroysku ónøgdina viðvíkjandi býtinum av nýggju makrelkvotuni. Blekkið hjá Vestergaard er nóg illa tornað á skilaleysu avtaluni, táið hesin sami í útvarpinum heldur tað vera í fínasta lagi, at formaðurin í uttanlandsnevndini, sum ætlaði at taka samráðingarnar frá fiskimálaráðharranum fyri fáum døgum síðani, nú fer undir at harta norðmenn fyri laka føroyska úrslitið, sum kom burturúr samráðingunum, sum Vestergaard sjálvur hevði ábyrgdina av. Tey flestu hildu helst søguna í dag, um Jokarin og hansara merittir, vera eina joke, eitt óvart ákomið politiskt skammlop, har fiskivinnusamráðingar, Føroya vegna, knappliga vóru endaðar sum eitt mál millum formannin í Norska Arbeiðaraflokkinum og komandi oddvita socialdemokratanna í Føroyum. Soleiðis tykist tó ikki at vera. Eftir øllum at døma hevur eitt landsstýrið á fyrsta sinni fingið ein ministara við ongari portefølju, sum samráðist samsvarandi heimildardelegatión frá einum kollektivum landsstýri. John Johannessen kemur heilt víst í annalurnar fyri hetta søguliga nýbrot.

 

Men, hvussu sær nú út við valdsbýtinum hjá Montesquie. Hvør hevur nú ábyrgdina av hesum politiska heksadansinum, har ringurin fer brestandi ígjøgnum øll tey so famøsu og vatntøttu skottini, sum halda demokratinum flótandi?

 

Tey flestu kenna barnabókina hjá Carlo Collodi um Pinocchio, sum Walt Disney kykmyndaði. Vit minnast dukkusniðgevan Gepetto, sum skar heimsgitna figurin úr einum viðabuli, og hjartaligu ynski hansara um, at Pinocchio skuldi gerast ein veruligur drongur. Ein dís blæsir hann fullan av anda, men leggir doyin á, at hann kann ikki gerast eitt veruligt menniskja, fyrrenn hann gevst við at siga ósatt og gerst meira ósjálvsøkin. Hetta var lættari sagt enn gjørt, hann hevði tað við at pella og fyri hvørja ferðina vaks nøsin, og í sínum himinrópandi bláoygni lat hann seg lumpa til alt handa slag av býttleika. Gepetto var tó so miskunsamur og hjartagóður, at hann flutti søguni yvir í eina happy-end fasu, har Pinocchio umsíðir gjørdist ein veruligur drongur. So elskiligur, fittur og meinagóður.

 

Søgan um makrelkvotuna hevjar spurningin: Hvør er hin føroyski Gepetto? Dukkuførarin? Hvør dresserar og hevur ábyrgdina av tí, sum okkara nationali Pinocchio fæst við í tiltikna finska vetrarkuldanum, í mun til Stýrisskipanarlógina? Ein føroyskur tingmaður hevur tingast við oddvitan í norska útinnandi valdinum, sum hevur lovað honum, at taka málið upp við norska fiskimálaráðharran, harvið hevur formaðurin í uttanlandsnevndini nú gjørt vanbýtið av makrelinum til eitt mál, ímillum lóggevandi valdið í Føroyum og útinnandi valdið í Noregi, beint ímóti síni egnu tilráðing um, at útinnandi vald okkara skuldi taka sær av málinum, og ikki embætisliðið í Fiskimálaráðnum.

 

Avgerandi spurningurin, sum øll seta sær, er, hvør hevur nú ábyrgdina av tí sum fyriferst? Hvør er okkara Gepetto? Er tað Kaj Leo? Jørgen? Jacob? Hvør teirra hevur útdelegerað politisku samráðingarnar til ein tingmann, og hvør tekur harvið ábyrgdina av tí sum hendir - í kjalarslóðini av hesum glantrileiki?

 

Ella er tað bara Jóannes, sum í eini megalomaniskari løtu lat alvan sleppa at kenna rákan av tí stórleika, sum er komandi, táið hin socialdemokratiska førararyssan stendur endursaðlað og búgvin til nýggjar reiðferðir um valdsins mørk. Ein kurteisissamrøða í korridorkuldanum í Helsinki skaðar onki, men máti skal vera við, hvussu mann letur slitnaðu bardúnurnar í fólkaræðinum fløkjast um síni egnu bein.

 

 

 

 

 

Pinocchio er en italiensk børnebog fra HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/wiki/1880" o "1880" 1880 af HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/w/index.php?title=Carlo_Collodi&action=edit&redlink=1" o "Carlo Collodi (ikke skrevet endnu)" Carlo Collodi. Pinocchio blev siden brugt af HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/wiki/Walt_Disney_Company" o "Walt Disney Company" Walt Disney Company i HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/wiki/Pinocchio_(film)" o "Pinocchio (film)" tegnefilmen af samme navn fra HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/wiki/1940" o "1940" 1940. Det er en fortælling med megen morale, men også megen satire.

Historien handler om dukkemageren Gepetto, der laver en trædukke ved navn Pinocchio og ønsker sig, at dukken ville blive til en rigtig dreng. Feen gør dukken levende, og hun siger at han først vil blive en rigtig dreng, når han har lært at tale sandt og være uselvisk.

Det er ikke så nemt, den lille dukke lyver ofte, men hans næse vokser hver gang. Og han lader sig let lokke til det ene og det andet.

Men alt ender godt, og han bliver en rigtig dreng.

Disneys film blev et økonomisk flop. Da den kom op, var 2. verdenskrig brudt ud, og det europæiske marked var udelukket. Det amerikanske marked svigtede filmen. På trods af det regnes den i dag af mange for hans bedste film, omend kendere af Collodis bog rynker lidt på næsen. Musikken blev komponeret af HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/w/index.php?title=Leigh_Harline&action=edit&redlink=1" o "Leigh Harline (ikke skrevet endnu)" Leigh Harline og HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/w/index.php?title=Ned_Washington&action=edit&redlink=1" o "Ned Washington (ikke skrevet endnu)" Ned Washington, og en af sangene When you wish upon af star er blevet Disneys kendingsmelodi siden.

Han fik sin egen HYPERLINK "http://da.wikipedia.org/wiki/Tegneserie" o "Tegneserie" tegneserie hos Walt Disney, men kan også indgå som bifigur i andre figurers serier. En "and" at sluge i disse serier er, at han stadig er af træ, selvom filmen endte med hans forvandling til en rigtig dreng.