Helgi Abrahamsen
Súni Selfoss skrivar í bløðunum 5. oktober eitt hvassorðað lesarabræv, har samgonguflokkarnir verða kallaðir ódugnaligir og fantasileysir. Orsøkin til úttalilsið er ætlanin um at hækka bilvektgjaldið.
Eg skilji væl, at fólk eru misnøgd, hvørja ferð tá avgjøld hækka, tí eingin er glaður fyri at fáa eina størri rokning fyri óbroytta tænastu.
Men av tí at Súni Selfoss taldist millum valevni Tjóðveldisfloksins til seinasta løgtingsval, haldi eg ikki at hann skal sleppa at tveita slík orð eftir verandi samgongu, meðan hann letur sín egna flokk ganga frían.
Súni Selfoss veit, at Tjóðveldisflokkurin gekk á odda fyri at lækka blokkstuðulin í 2002 við 366 mió. krónum um árið. Hetta hevur kostað landskassanum (tá fíggjarárið 2006 er íroknað) 1.830 mió. krónur. Síðani fastfrysti Tjóðveldisflokkurin tað sum eftir var av blokkinum, og tað hevur kostað (íroknað 2006) einar 300 mió. krónur.
Hesar báðar avgerðirnar síggjast sostatt aftur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 sum ein mist inntøka á tilsamans 2,1 mia. krónur. Til samanberingar kann nevnast, at skattainntøkan hjá landskassanum í 2006 verður mett til 1,4 mia. krónur. Tað vil siga, at niðurskurðurin í blokkinum er 700 mió. krónur HÆGRI enn tað sum allir føroyingar tilsamans fara at gjalda í landsskatti í 2006.
Tí mangla pengar í landskassanum, og tí er millum annað neyðugt at hækka vektgjaldið!
Hvør er tað so, sum er ódugnaligur og fantasileysur? Er tað tjóðveldismaðurin sum lækkaði blokkin, ella sambandsmaðurin, sum arvaði rokningina?