Hvør er Christina Aguilera?

Tey flestu kenna helst Christina Aguilera, uttan so at tey hava búð í onkrum fjarskotnum landi í langa tíð . Men Keith Richard, gittarleikari í kenda rokk bólkinum Rolling Stones, er flestum kunnugt nakað fyri seg. Tað er helst forkláringin til, at hann gjørdist heldur ørðkymlaður, tá Christina Aguilera trein á pallin saman við Rolling Stones í konsertfilminum Shine A Light.

 

Christina syngur saman við bólkinum lagið Live With Me, og Keith Richards fortelur, at hann helt hana vera ein fjeppara, ið brádliga gjørdi innrás á pallinum. Hann sigur seg enn ikki vera heilt vísan í, hvør hon er, men hann fírist tó ikki fyri at rósa henni.

 

- Ein genta kom brádliga á pallin, og eg hugsaði við mær sjálvum, hvør í allari víðu verð hon var. Eg ánaði tað ikki, og eri enn ikki heilt sikkur í, hvør hon er. Men syngja kann hon ? og hon sá eisini gott út, grundar 64 ára gamla rokkstjørnan.

Og tí geva tey flestu honum í øllum førum rætt í ..