Umboðsráði
Tú ert kanska blivin uppringdur av onkrum, ið vil hava teg at velja seg nú val er, men har skalt tú hugsa teg væl um, tí teir 23 limirnir, ið hava sitið har higartil, hava ikki røkt tíni áhugamál viðvíkjandi tryggingum á nøktandi hátt eftir mínari meting.
Tað er torførari at stilla upp til umboðsráðið enn til løgtings- og fólkatingsval, tí tú skalt hava 25 stillarar, sum tú mást leita eftir á gøtuni, millum tryggingartakararnar. Til Løgtings- og fólkatingsval skalt tú bert hava 10 stillarar.
Hesir 23 umboðráslimirnir hava valt seks limir av teimun 23 í eina nevnd, og hendan nevndin kann sjálv stilla valevni upp, hvørja ferð tað er val.
Harvið hevur nevndin møguleika fyri at stilla nakrar “ryggklapparar” upp, og eru tað ikki fleiri valevni enn tey 11 ella 12, ið skulu veljast hvørja ferð, so koma hesi inn í ráðið og kunnu velja seg sjálvan í tað óendaliga, í hvussu so er, til tey eru 70 ár.
So tað er ikki uttan orsøk, at uppstilling og valreglur er ein stórur fyrimunur hjá verandi umboðsráslimum.
Nevndin
Tá ið nevndin, ið er vald av umboðsránum, ikki hevur tryggingartakaran fremst í huga, eftir mínum tykki, so mugu vit velja onnur umboðsráðsfólk, enn tey, ið hava sitið higartil. Men her renna vit okkum aftur í trupulleikar, tí vit síggja ikki hvørji tey 11 eru, sum hava sitið har í fýra ár, vit síggja bert, at tveir nevndarlimir stilla uppaftur.
Vónandi eru tey, ið bjóða seg fram nú, ikki bert “ja-sigarar”, sum vilja hava nakrar fundarpengar, men fólk ið hava tryggingartakaran í huga, tí tað er tryggingartakarin ið rindar gildið, altíð.