Hvør eigur ráevnini í føroysku undirgrundini?

Sosialurin hevði ónsdagin 21. mars eina oddagrein um undirgrundina, sum var meira áhugaverd enn mangt annað, sum skrivað er um hetta mál, síðan tað eydnaðist ?Ekstrabladet? at øsa alla ta politisku skipanina í Danmark upp í varg um henda spurning; og sum ikki einaferð hevur danska kjakið rinið við í Føroyum.

 

Sosialurin hevði ónsdagin 21. mars eina oddagrein um undirgrundina, sum var meira áhugaverd enn mangt annað, sum skrivað er um hetta mál, síðan tað eydnaðist ?Ekstrabladet? at øsa alla ta politisku skipanina í Danmark upp í varg um henda spurning; og sum ikki einaferð hevur danska kjakið rinið við í Føroyum.

Sjálvur var eg millum teirra, ið ?Ekstrabladet? hevði viðtal við um gongdina fram til 1992, men eg merkti skilliga á teirra tíðindamonnum, at mítt íkast var uttan áhuga, og tá ið eg sá skriving teirra sá eg hví. Tað sum eg visti at siga styðjaði jú ikki ta forhondsfatan, teir vóru farnir til verka út frá, og sum tykist fyrst og fremst hava havt til endamáls at sverta Poul Schlüter og leggja hann undir nærum landsskaðiligt virksemi. Á ein hátt minti hetta meg eitt sindur um, hvussu tað var at tosa við summi føroysk tíðindafólk um boringina í Lopra á sinni. Har var jú eisini dømt í forhond, hvussu verðin átti at síggja út.

Skuldsetingarnar í ?Ekstrabladet? ímóti Schlüter fyri at hava ?givið? føroyingum undirgrundina uttan heimild í donsku stjórnarskránni og danskari lóggávu vaktu ans og fingu fólkatingið at krevja øll skjøl frá stjórnini um málið. Síðan tá hevur stjórnin sent fólkatinginum í sekkjavís av skjølum frá 1975 til 1992, ið sostatt eisini eru komin til almennan kunnleika.

Tey, ið hava lisið frígivnu skjølini við skynsemi, eru skjótt komin eftir, at Schlüter hevði sínar heimildir í lagi. Hetta úrslit undrar helst minni okkum, ið høvdu kunnleika til tær føroysku grundgevingarnar enn tey, ið bert kendu tær donsku.

Hjá einum, sum vegna Føroya landsstýri var við til nógvar av teimum samráðingum og útgreiningum, sum vóru um undirgrundarmálið, hevur tað sjálvsagt verið sera áhugavert nú ? so fá ár seinri ? at fáa innlit í, hvussu mótparturin hugsaði og bar seg at aftan tjøld. Men at farið út í æsir við hesum hevði neyvan verið hóskandi, og eisini ov drúgvført til eina blaðgrein.

Eg fari tí at halda meg til spurningin, sum oddagreinin í Sosialinum leggur høvuðsdentin á, nevnliga, hvør eigur ráevnistilfongið í føroysku undirgrundini. Har verður róð framundir, at kanska er kjakið um hetta onkursvegna farið av sporinum. Hesum fari eg at geva blaðnum rætt í. Tað er stórt spell, at ivi skal vera í Føroyum um henda spurning. Tað átti ikki at verið so torført at funnið fram til galdandi rætt hesum viðvíkjandi.

Tá ið talan er um ráevni, ið liggja fjald í undirgrundini hevur verið ført fram, at hugtakið ?ognarrættur? kanska ikki er so lætt at ímynda sær. Hann kann helst best uppfatast sum rætturin til at gagnnýta hesi ráevni. Og um ásett er, at tað almenna eigur slík ráevni, er hetta møguliga bara ein annar máti at siga, at einstaklingar skulu ikki kunna ogna sær tey uttan loyvi frá tí almenna.

Í orðaskiftinum um undirgrundina í Føroyum hava alla tíðina síðan 1992 verið røddir, sum hava hildið hánt um, at føroyingar tá ?bert? yvirtóku valdið at lóggeva um og sita fyri ráevnunum í undirgrundini. Nei, ognarrætturin var tað sum umráddi. Henda fatan tykist byggja á, at tað onkursvegna er ?fínari? at standa sum ?eigari? av ráevnunum í undirgrundini enn at vera førur fyri at lóggeva um tey. Raðfylgjan tykist í hugaheiminum hjá summum at vera:

1. Yvirvaldsrættur (Grundlógin)

2. Ognarrættur

3. Lóggávuvald

4. Fyrisiting og skattur/

avgjøld.


Hugsanin tykist sostatt vera, at tað á onkran mystiskan hátt liggur í yvirvaldsrættinum (fullveldinum), møguliga í stórnarskrá Danmarkar, grundlógini, at danski staturin eigur øll ráevni í undirgrund ríkisins. Valdið at lóggeva tykist koma í aftaru røð, og uppaftur niðari standa rættindini at fyrisita og krevja upp skatt og avgjøld.

Fyri at viðgera henda spurning noyðist eg nokk at fara út um mítt vanliga fakøki og inn í løgfrøðina. Vónandi fari eg tó ikki longur enn eg grynni. Í grundini hevði eg vónað, at onkur løgfrøðingur fór at leggja uppí, áðrenn kjakið fór alt ov langt av sporinum, men so tykist ikki vera. Eru løgfrøðingar, ið lesa hetta, og sum ikki taka undir við tí, sum eg skrivi niðanfyri, eru teir sjálvandi vælkomnir at ríka kjakið við øðrum væl undirbygdum sjónarmiðum.

Omanfyri umrødda hugsan um raðfylgjuna hevur ikki heimild í donsku grundlógini. Í henni stendur onki um, at ríkið eigur nakað ráevni í nakrari undirgrund. Reglan um, at staturin skuldi eiga summi - ikki øll! - ráevni í undirgrundini varð innførd við heilt vanligari lóggávu, nevniliga donsku undirgrundarlógini frá 19. februar 1932, sum varð sett í gildi fyri Føroyar sama ár. Hvat so við grundlógini? Jú, hon verjir (í núverandi grein 73) ognarrætt einstaklinga til ráevni í undirgrundini. Henda ognarrætt kann staturin ikki gera seg inn á, uttan at hetta tænir samfelagsendamálum og at veitt verður fult endurgjald. Tí varð ognarrættur ríkisins í 1932-lógini klókliga avmarkaður til tey ráevni, sum ikki fyri 1932 høvdu verið undir einstaklinga útvinning. Sjálvandi eru praktiskar grundir, ið tala fyri almennum ognarrætti til ráevni í undirgrundini, men spurningurin er eisini politiskur. Um politiski viljin á ríkisdegi í 1932 var ein annar, var onki til hindurs fyri, at danska lóggávuvaldið í 1932 kundi ásett, at øll ráevni, heilt niður til miðjuna av knøttinum, skuldu hoyra jarðareigarunum til. Hetta er reglan í nógvum av statunum í USA. Og varð spurningurin komin upp 30 ár fyrr, tá ið liberalistarnir í ?Venstre? vóru upp á tað besta, hevði hetta kanska eisini gjørst reglan í Danmark. Í 1932 var meirlutin á danska ríkisdegnum hjá sosialdemokratunum, ið sum kunnugt onki høvdu ímóti felags ognarrætti til framleiðslukreftirnar, og hjá ?Radikale Venstre? ein sosialliberalur flokkur, sum tá framvegis tók undir við tí sonevndu ?georgistisku? hugsjónini um, at samfelagið skuldi eiga alla tilfongisrentu, eisini av vanligari búnaðarjørð. Eisini í orðaskifti á løgtingi í 30-árunum var einstaklinga ognarrættur, ikki bert til nøkur, men til øll ráevnini, ið lógu undir jarðarognunum, viðgjørdur sum ein politiskur møguleiki. Tá varð sum vera man ikki hugsað stórvegis um útvinning niðanfyri sjóvarmálan, har einstaklinga ognarrætturin ikki rakk.

Tann almenna føroyska lóggávan um ráevni í undirgrundini er framvegis danska undirgrundarlógin frá 1950. Eftir yvirtøkuna í 1992 skal hon sambært siðvenju lesast so, at har sipað verður til Ríkið og tess myndugleikar, skal nú lesast Landið og tess myndugleikar. Fyri heimastýrið hevur tað síðan 1948 verið eitt prinsippmál, at soleiðis skal farast fram. Tað skal ikki vera neyðugt at broyta alla lóggávu, tá ið eitt mál verður yvirtikið, bert fyri at seta landsmyndugleikarnar inn, har ríkismyndugleikarnir eru nevndir. Lógin verður ikki broytt, fyrrenn saklig grund er til tess. Annars kundi tað gjørst ov møtimikið fyri løgtingið at fremja yvirtøkur.

Tað tey flestu eru upptikin av er sjálvsagt oljan ? ella kolvetni yvirhøvur. Har hevur føroyska heimastýrið nýtt tað lóggávuvald, tað yvirtók 22. Desember 1992, til at gera serliga lóggávu, nevnliga Løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi. Sum nevnt omanfyri er spurningurin, hvør eigur ráevni í undirgrundini, eitt mál, ið verður avgjørt við vanligari lóggávu. Føroyska kolvetnislógin tekur tískil eisini støðu til spurningin um ognarrættin til kolvetnistilfongið. Og hvat sigur galdandi lóg so? Jú í Grein 3 stk. 1 stendur: ? Kolvetni, nevnd eru í § 1, hoyra Føroya landi til. Forkanning, leiting ella framleiðsla kann einans setast í verk av øðrum við loyvi, fingnum sambært reglunum í hesi lóg?.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður hetta endurtikið: ? Stk. 1 ásetir, at kolvetni er landsins ogn?. Síðan verður víst á gomlu 1950-lógina og á yvirtøkuna og so verður sagt: ?sum skilst av hesum kann uttan iva verða staðfest, at kolvetni eru landsins ogn. Privat, eitt nú oljufeløg, kunnu bert reka virksemi, nevnt í § 1, við loyvi fingnum sambært lógini. Leitingar- og framleiðsluloyvi sambært konsessión eru at skilja soleiðis, at framleidd kolvetni gerast ogn loyvishavans.?

Henda lóggáva er samtykt á Føroya løgtingi og kunngjørd í Føroyum, og ríkisstýrið hevur ? sjálvandi - ikki mótmælt. Lóggávuvaldið, harundir valdið at avgera ognarspurningin, er jú nú hjá heimastýrinum.


Fyri at taka samanum:

? Danska stjórnarskráin (grundlógin) ásetir onki um nakran statsligan ognarrætt til ráevni í undirgrundini.

? Har sum einstaklingar hava ognarrætt til slík ráevni, verður hann vardur av grundlógini.

? Síðan 1932 er avgjørt við vanligari lóggávu, at summi ráevni í undirgrundini (harímillum kolvetni) eru ogn ríkisins.

? Í samsvari við heimastýrislógina (ið verður hildin vera í samsvari við donsku grundlógina) hevur føroyska heimastýrið í 1992 yvirtikið valdið at lóggeva um ráevni í undirgrundini.

? Løgtingið hevur í 1998 nýtt lóggávuvald sítt til at áseta, at kolvetni undir Føroyum (landinum og havbotninum uttanum) hoyra Føroya landi til, altso eru landsins ogn.

? Tann sum við heimild í konsessión frá Føroya landsstýri framleiðir kolvetni, sleppur at eiga tað, hann framleiðir.


Meira er helst ikki at siga um, hvør eigur oljuna undir Føroyum. Hinvegin eru nógvir aðrir viðkomandi spurningar at skifta orð um, tá ið talan er um oljvirksemi í Føroyum.


Árni Olafsson