Hvør bað um líkið av Khashoggi?

CIA er komið eftir, at Saudi-Arabiski krúnprinsurin fleiri ferðir var í samband við ráðgevan, sum stýrdi brotsgerðini, tá Jamal Khashoggi varð dripin.

 

 

Amerikanska fregnartænastan CIA er sambært keldum komin eftir, at Saudi-Arabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, fleiri ferðir var í samband við ráðgevan, sum eftir øllum at døma stýrdi brotsgerðini, tá journalisturin, Jamal Khashoggi, varð dripin í Istanbul.

 

Tað skrivar The Wall Street Journal, og blaðið upplýsir eisini, at tey hava sæð útskriftir av skjølum frá elektroniskum samskifti og loyndum upplýsingum.

 

Í tímunum fyri og eftir drápið, sum varð framt á Saudi-Arabisku sendistovuni í Istanbul hin 2. oktober í ár, sendi krúnprinsurin í minsta lagi 11 tekst-boð til ráðgeva sín, Saud al-Qahtani, skrivar blaðið, sum leggur aftrat, at CIA kennir ikki ítøkiliga orðaljóðið í elektronisku boðunum.

 

Tað hevur áður verið ført fram í amerikanskum miðlum, at kanningar hjá CIA benda á, at drápið av Jamal Khashoggi varð framt eftir beinleiðis boðum frá krúnprinsinum, Mohammed bin Salman, men Saudi-Arabia hevur hildið fast um, at drápið varð framt uttan, at krúnprinsurin visti nakað um hetta.

 

Sambært Wall Street Journal byggir niðurstøðan hjá CIA eisini á úttalilsini hjá leiðaranum í Saudi Arabia í august í 2017, tá hann nevndi møguleikan at seta upp eina fellu fyri Jamal Khashoggi.

 

Saud al-Qahtani verður ofta umrøddur sum nærmasti ráðgevi hjá krúnprinsinum, og tað verður hildið, at hann hevði ábyrgdina av tí 15 mans stóra deyðsliðnum, sum syrgdi fyri, at Jamal Khashoggi ikki kom livandi út aftur av sendistovuni í Istanbul.

 

Sambært CIA var ráðgevin í samband við deyðsliðið, samstundis sum hann samskifti við krúnprinsin á degnum, sum drápið varð framt – bæði fyri og eftir, at journalisturin varð dripin.

 

Saudi-Arabia hevur handtikið 18 fólk, sum eru undir illgruna í drápsmálinum, og leiðslan í landinum hevur sagt, at drápsliðið av sínum eintingum framdi morðið.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at hann hevur ikki sæð upplýsingar, sum seta krúnprinsin, Mohammed bin Salman, beinleiðis í samband við drápið. Jamal Khashoggi var í útlegd USA, og hann var ein harður atfinnari at stýrinum í Saudi-Arabia, og serliga fanst hann at krúnprinsinum.

Kelda: ritzau