Hví politisk uppstilling?

Vit undirritaðu valevni hjá lista c javnaðarlistin, bjóða okkum fram sum valevnir til kommunuvalið ár 2 túsund.


Hetta kommunuvalið skuldi blíva søguligt á tann hátt, at hetta bleiv fyrstu ferð, at tað bleiv stillað upp partapolitiskt til kommunuval í bygdini.

Hesaferð hava so bara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin valt at stilla upp partapolitiskt. Hini siga, at teimum dámar ikki at hetta, ja, pástanda, at tað er beinleiðis ódámligt.


Vit halda tað øvugta:

Vit stilla upp við einum erligum hjarta.

Tað er munandi meira dámligt at tóna reint flagg.

Tað hevur týdning, at vit fáa eina sunna og opna politiska viðgerð av øllum týðandi málum. Ikki bara málum, sum hava við tann einstaka býlingin at gera, men málum sum hava við alla bygdina/oynna og samfelagið sum heild at gera.


Tak t.d mál sum

? Fíggjarmál

? Umvørvismál

? Kommunualt samarbeiði

? Broytingarnar í kommunubygnaðinum

? Ávirkanina, tað fasta sambandið við meginøkið

? Vinnumál

? Skúlamál

? Eldrarøkt

? Barnaansing

? Ungdómsmál

? Mentan og ítrottarmál


Alt mál, sum hava fyri neyðini at fáa eina nágreiniliga politiska viðgerð, bæði áðrenn valið, men so sanniliga eisini, tá valið er farið afturum, og farast skal til verka av álvara.

Henda viðgerð eigur ikki bara at fara fram innan teir fýra veggirnar á kommunuskrivstovuni, men eisini úti í lokalsamfelagnum av teimum borgarum, sum skulu liva við teimum avgerðum, sum verða tiknar.

Tí halda vit, at tað er neyðugt við politiskum listum. Tey politisku feløgini eru virkin alla tíðina, og ikki bara tá val er á skránni, men eisini millum valini. Hetta tryggjar eitt samanhangandi kommunalpolitiskt orðaskifti inn í framtíðina.

Borgaralistarnir eru oftast settir saman við tí eina valinum og tí eina málinum fyri eyga . Tá valið er av, møtast valevnir og stillarar ikki aftur fyrrenn til næsta val, um tey yvurhøvur møtast tá.

Niðurstøðan hjá okkum er tí tann, at tað tænir teimum báðum bygdunum, Miðvági og Vatnsoyrum best, at stillað verður upp til kommunuval bæði við partapolitiskum og borgaralistum.

At enda fara vit at ynskja øllum eitt gott val.

Heilsan


Valevnini á Lista C

Javnaðarlistin

Jóhannes S. Ellefsen

Georg F. Hansen

Napolion Magnussen

Jonna Hansen

Kristoffur Gaardlykke

Rúni Olsen

Anna Elisa Jacobsen

Malan Helgadóttir